Kappróður í Sorø 25 ár

Leygardagin 14. september heldur Føroysk Felag á Vestursælandi stevnu við Sorø Sjógv.

Við eru trý feløg úr Keypmannahavn og eitt úr Odense. Og í Sorø eru tey fegin um, at tað hevur eydnast teimum at fáa Steintór Rasmussen at seta stevnuna.

Eini útisetastevnu so líkt, so verður breyð við føroyskum viðskera sjálvandi at fáa.

Aftaná kappróðurin verður døgverði í Medborgarhúsinum, sum liggur eina snørislongd frá kappróðraøkinum.