FSF-nevndarval
Hóast tað ikki verður stríðsval um formanssessin á komandi FSF-aðalfundinum, so munnu tað vera fleiri, sum ganga við bæði lítlum og stórum firvaldum í búkinum undan nevndarvalinum.
Her standa teir tríggir, Rúni Heinesen, Karl Vidtfeldt og Christian Andreasen fyri afturvali, og tað stendur greitt, at ein av hesum sessum í øllum førum er tøkur.
Christian Andreasen boðaði nevnliga í farnu viku frá, at hann ikki tók við afturvali, tá tað var líkt til, at Dánjal Andreasen framvegis skuldi vera formaður, og tað støðuna stendur hann við. Heldur ikki tá vit spurdu hann, hvørt tað møguliga kundi koma upp á tal við einum tiltakssessi í nevndini, var skjótt fyrrverandi nevndarlimurin at vika.
- Eg havi tikið eina støðu, og hana haldi eg fast við. Tað er alt, sum eg havi at siga um hasi tingini, segði Christian Andreasen í telefonini.
Soleiðis stendur ein sessur tómur í løtuni, men tað eru ikki færri enn tríggir, sum kappast um at sleppa framat hesum. Og tað kann hava við sær, at tað gerst trupult hjá antin Karl ella Rúna at endurvinna sín sess.
Í Havn hava bæði HB og B36 sett hvør sítt uppskot um nýggjan nevndarlim fram. HB hevur skotið Bjarka Mohr upp til sessin, og tó at hann hevur sínar røtur í B71, so man hann nú so smátt kenna seg sum havnarmann. Seinastu árini sum aktivur í bestu mansdeildini leikti Bjarki við HB, og hann hevur eisini búð í Havnini í drúgt áramál.
Uppskotið hjá B36 er Per Hansen, sum í nógv ár hevur verið virkin í nevndararbeiðinum hjá B36. Her er hann tó ikki í løtuni, men tað skerst ikki burtur, at hann er ein maður, sum nevndin í B36 hevur stórt álit á.
Seinasta uppskotið kemur úr Eysturoynni, har Magnus á Stongum er í uppskoti til nevndarsess. Magnus hevur í nógv ár lagt stóra orku í fótbóltin hjá EB/Streymi, og at síggja til er hann ein rættiliga væl umtóktur maður millum flestu feløgini.
Rossahandlar
Spurningurin er so, hvørt tað verða onkrir rossahandlar gjørdir undan valinum, soleiðis at summi feløg kunnu kenna seg meira vís enn onnur.
Undan seinasta aðalfundi stóð greitt, at Havnin misti sín mann, tá Børge B. Hansen misti sessin sum næstformaður, og tað ljóðaði tá, at høvuðsstaðurin longu tá fekk lyfti um, at feløgini har skuldu fáa nýggjan lim inn á komandi aðalfundinum. Stendur hetta lyftið við, so er einki at ivast í, at antin Bjarki ella Per fáa sessin, sum nú stendur leysur, og so er spurningurin bara, hvat av feløgunum dugir betri at reka.
Einki er tó at ivast í, at eisini EB/Streymur vil hava sín mann inn. Sum nevnt, so hevur Magnus á Stongum stóran tokka millum fleiri feløg. Hann ber orð fyri at vera ein siðiligur maður, sum tó samstundis ikki er bangin fyri at geva sína hugsan til kennar, og tað er ein eginleiki, sum verður høgt virðismettur av nógvum. Spurningurin er so, um tað hevur kostað nakað í so máta, at EB/Streymur seinasta fríggjadag segði seg taka sin stuðul til Frithleif Olsen aftur. Kanska var hetta bara eitt taktiskt trekk, soleiðis at felagsliðið skuldi hava nakað at «forhandlað« við, tá tosið fall á nevndarvalið, men um so er, so kann hugsast, at hetta hevur givið baksláttur, nú Frithleif verður valdur uttan atkvøðugreiðslu.
Hvussu er og ikki, so skal nevndin mannast. Um talan so eisini her verður um útskifting, ella um gomlu nevndarlimirnir megna at lofta sær, er nakað, sum aðalfundurin fer at vísa.










