Kapprenning millum fartelefonveitarar

Hvør kemur fyrst Alnót ella TeleF? Tað er tann stóri spurningurin í føroysku fjarsiftisvinnuni, nú TeleF sum tann triðja telefyritøkan í landinum hósadagin fekk loyvi at veita GSM fartelefontænastur. Pláss er í hvussu er fyri tveimum veitarum á marknaðinum, men spurningurin er, um pláss eisini er fyri tí triðja.


 

Hósdagin fekk føroyska partafelagið TeleF sokallaða koncessión, ella loyvi, at reka fartelefoni í Føroyum. Tað er ikki meira enn ein vika síðan, at partafelagið Alnót fekk líknandi loyvi, og nú eru sostatt tríggjar fyritøkur, ið kunnu veita føroyingum fartelefontænastur. Tann triðja er Føroya Tele, sum í løtuni er einsamøll á marknaðinum fyri fartelefoni.

Telefyritøkurnar Alnót og TeleF stíla báðar eftir at veita høvuðsstaðarøkinum, Klaksvík og meginøkinum í Eysturoynni fartelefontænastur av egnum kervi í seinasta lagi í summar.

Tá hetta er hent metir Jógvan Thomsen, leiðari á Fjarskiftiseftirlitinum, at marknaðurin longu er mettaður.

? Eftir mínari meting er tað er væl pláss fyri tveimum, og møguliga pláss fyri trimum veitarum á føroyska marknaðinum, men so neyvan fleiri, sigur leiðarin á Fjarskiftiseftirlitinum, sum umframt at hava eftirlit við marknaðinum, eisini er tann stovnurin, sum viðgerð umsóknir um fjarskiftiskoncessiónir og gevur Vinnumálastýrinum tilráðingar.


Undirveitarar avgerandi

Spurningurin er so hvør av teimum báðum nýklæktu GSM fartelefonveitarunum, ið kemur fyrst inn á marknaðin.

Sambært Svein Askildsen, marknaðarleiðara á TeleF, er hetta í stóran mun ein spurningur um hvussu skjótt undirveitararnir hjá fyritøkunum báðum kunnu lata útgerðina. Bæði Alnót og TeleF hava boðað frá, at fyritøkurnar í fyrsta lagi ætla at gera íløgur fyri 30 milliónir í GSM skipanir sínar.

? Eg trúgvi neyvan at fyritøkurnar á føroyska fartelefonmarknaðinum kundu funnið uppá at bílagt útgerð fyri 30 milliónir, áðrenn tær vóru vísar í at fáa loyvi, so á tann hátt byrja vit ájavnt við okkara kappingarneyta, sigur marknaðarleiðarin á TeleF, og sipar her til Alnót, sum fekk sítt loyvi at veita fartelefontænastur í farnu viku.

Svein Askildsen sigur, at á TeleF undirmeta tey ikki týdningin av at vera tann fyrra á av teimum báðum fyritøkunum á marknaðin fyri fartelefontænastur. Men hann væntar tó, at pláss er fyri trimum fyritøkum á føroyska fartelefonimarknaðinum, um hesin fer at vaksa eftir sama mynstri sum í granalondum okkara, so tað verður neyvan altavgerandi. Hann ivast tó stórliga í um tað er pláss fyri einum fjórða veitara og væntar ikki fleiri kppingarneytar.


Gerast ikki fleiri

Sum tað sær út nú, koma tað heldur ikki fleiri veitarar á marknaðin í bræði. Vinnumálastýrið fekk nevniliga einans tvær umsóknir um koncessiónir at reka GSM fartelefontænastur, og tær eru nú báðar gingnar á møti. Tað er sambært stjóranum á Fjarskiftiseftirlitinum lítið sannlíkt at tað yvirhøvur koma fleiri.

Hvørki stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum ella marknaðarleiðarin á TeleF høvdu væntað, at stóru fleirtjóða telefyritøkurnar fóru at søkja um GSM loyvir í Føroyum.

? Føroyski marknaðurin er so lítil í mun til aðrar, at tað er ikki so attraktivt hjá teimum stóru útlendsku fyritøkunum at koma inn á hann, sigur Svein Askildsen, marknaðarleiðari á TeleF.

Hóast tær báðar nýggju telefyritøkurnar Alnót og TeleF báðar eru føroyskar, so eru útlendskar fjarkiftisfyritøkur við í spælinum. Íslendska Íslandssími eigur helvtina av TeleF, og Alnót samstarvar við svensku telefyritøkuna Telia Swedtel.


TeleF fyrst á fastnetið

TeleF var ein av teimum fyritøkunum, sum í fjør fingu koncessión til at veita fjarskiftistænastur yvir fasta netið, og 14. desember trein fyritøkan alment inn á marknaðin fyri fastnettelefoni.

TeleF hevur farnu vikurnar skrásett viðskiftafólk til fastnettænastu sína. Hendan fyrsta tíðin hevur mest av øllum verið eitt royndarátak, men fyrsta dagin fer fyritøkan undir at marknaðarføra fastnettænasturnar.

Prísurin at ringja innanlands við TeleF fastnethaldi er ellivu prosent lægri en prísirnar hjá Føroya Tele. Hetta merkir, at tað er 4 oyru bíligari at ringja innanlands um dagin og 2 oyru bíligari um kvøldi og náttina. Telefonsamrøður til fartelefonir eru 10 oyru bíligari um minuttin við fastnettelefonhaldinum hjá TeleF.