Kapprenna við tíðina

Hjá fleiri av teimum seks, sum skulu í eldin sunnudagin, eru spælarar ivasamir, og nú verður kapprunnið við tíðina fyri at pjøssa um spælararnar

Fótbóltur

 

Tríggir dystir í Formula deildini eru á skránni sunnudagin. Teir eru ÍF-B71, B68-KÍ og

B36-Skála. Hinir báðir verða spældir í næstu viku: NSÍ-EB/Streymur mánakvøldið og Víkingur-HB týskvøldið.

Tá ið tað er so stutt millum uppgerðirnar, sum tað hevur verið í hesi vikuni, er lítil tíð til rættiligar venjingar. Í gjár hittust spælararnir í fleiri av liðunum, og teir fara aftur at hittast í kvøld. Tað snýr seg um at loysa troyttu vøddarnar, at venja eitt sindur týdningarmiklu deyðbóltsstøðurnar og kanska eitt sindur av taktiskari venjing.

Tey, sum hava mest at gera í hesum døgum, eru fysioterapeutarnir, sum í kapprenning við tíðina arbeiða við at pjøssa um teir spælararnar, sum mikukvøldið fingu snuddir, og sum venjararnir fegnir vilja hava at spæla sunnudagin.

ÍF hevur havt leikligan undanvind, men úrslitini hava ikki svarað til spælið. Mikukvøldið sektaðu fulgfirðingar seg sjálvar, tá ið fyrst Alexander Jovevic varð rikin av vølli fyri tvey gul kort, og tá ið Balasz Sinko síðani varð rikin av vølli fyri at mótmæla. Hvørgin teirra verður við ímóti sandoyingum.

Hjá B71 var tað stórur smeitur, at Gudmund Nielsen longu eftir hálvan tíma noyddist at fara av vøllinum í Klaksvík. Á Sandi vóna teir, at síðuspælarin í høgru verður tøkur sunnudagin, men tað ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla.

Bæði á Toftum og í Klaksvík er lagið gott eftir at tað mikukvøldið eydnaðist liðunum at vinna fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Prísurin fyri sigurin hjá toftamonnum á Skála var, at Ameth Keita og Kristian Anton Andreasen noyddust skaddir av vøllinum. Jacob Bymar var so mikið skaddur, at tað ikki bar honum til at spæla mikudagin. Í B68 verður vónað, at bæði Kristian Anton Andreasen og Ameth Keita verða førir fyri at spæla ímóti KÍ.

Hjá KÍ noyddist Ovi Nysted at fara av vøllinum mikukvøldið, tí hann hevur skaða í lærkrikanum at dragast við. Tað er ikki serliga sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin.

Hjá Skála var Alexandur Johansen burturstaddur mikukvøldið, og Erland B. Danielsen var skaddur. John Petersen setti seg sjálvan millum teir fyrstu ellivu ímóti B68. Hann skifti seg sjálvan út, og so er spurningurin, um hann fer at seta seg sjálvan á liðið ímóti B36, sum hann hevur vunnið so nógvar sigrar við.

Hjá B36 er Ingi Højsted framvegis skaddur. Eftir fulla úrtøku í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur B36 tríggjar ferðir á rað verið partur av javnleikum. Allar fimm ferðirnar hevur tað verið í Gundadali, og tað verður tað eisini hesa ferð. Í fyrsta umfari legði Skála rygg til 8-1 tap í Gundadali ímóti HB.