Kappróðurin skal mennast aftur

Úrslitini hjá kappróðrinum á Tvøroyri hava ikki verið nóg góð seinastu árini. Men tað ætlar nevndin í Froðbiar Sóknar Kappróðrarfelag nú at gera nakað við

Kappróður

Tvøroyri:
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag fer at royna at menna kappróðurin á Tvøroyri til at líkjast tí, hann einaferð var. Seinastu tíðina hevur virksemið verið í minna lagi, men tað skal nú broytast, sigur Kristian Stórhamar, nevndarlimur í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag eigur í dag tríggjar bátar. Teir eru fýramannafarið Firvaldur og tvey tíggjumannafør, sum bæði eita Suðringur. Nýggi og gamli. Men felagið hevur biðið um eitt nýtt fýramannafar, og í tí sambandi verður nú roynt at fáa pening til vega. Roknað verður við, at nýggi báturin verður latin felagnum um árslok, sigur Kristian Stórhamar.
Men kappróður í dag er ikki, sum hann ehvur verið. Einki við, at tað er nokk at sita í bátinum nakrar mánaðar um summarið. Nei, í dag veðrur vant alt árið, og tí er neyðugt við sonevndur rógvimaskinum, sum settar veðra upp innandura. Eisini onkrum slíkum ætlar Froðbiar Sóknar Róðrarfelafg at fá hendur á.
Tað hevur verið rættiliga smáligt við kappróðrinum á Tvøroyri seinnu árini. Men nú ehvur nýggja nevndin í felagnum sett sær fyro, at tað skal broytast. So illa hevur staðið til í siðvanda felagnum, at okkurrt ár hevur ikki veirð flotað, og eingin manning hevur lutikið í kappróðri.
Í ár hevur kortini verið hampiligt í so máta, hóast úrslitini ikki hava verið nakað serlig, siur Kristian Stórhamar. Fýra manningar hava róð í ár. Firvaldur hevur verið mannaður við gentum, eins og felagið eisini hevur lænt Brodd úr Sumba. Umframt hava tvørafólk mannað seksmannafarið Snoprikk úr Hvalba við bæði kvinnum og monnum.
Talan er um ungt fólk, sum tey í felagnum seta vónir til. So hóast fyrsta árið ikki gjørdist nakað vinnaraár soleiðis, vænta tey, at ehsi ungu fólkini fara at halda fram og kma seg, sum frálíður.
Veri hevur gingið at fáa mannað tíggjumannafarið, men nevndin hevur set sær sum mál, at komandi ár skal Suðringur aftur síggjast á stevnunum kring landið.
Á bátastevnuni, sum hildin varð á Tvøroyri seinasta vikuskifti, var eisini ein framsýning við modelbátum og ?skipum, sum kappróðrarfelagið skipaði fyri. Hetta var liður í arbeiðinum at fáa inn pening til rakstur felagsins. Nøkur og 30 model, sum fólk í Suðuroy eiga, vóru at síggja á framsýningini, umframt onnur ting, sum høvdu við sjógvin at gera. Eitt nú vóru eini tvey gomul vaðbein at síggja, eins og ein grønlendsk kajakk og eftirgerðir av grindareiðskapi. Eini 300 fólk vitjaðu framsýningina.