Í morgin verður fyrsta startskotið í ársins fyrsta FM kappróðri. Sum tað hevur verið í meiri enn 75ár, so verður tað á Pollinum í Klaksvík, at fyrstu tøkini verða tikin.
Serliga í størru bátastøddunum er tað eyðsýnt, at luttøkan ikki er stór. Trý 10-mannafør, trý 8-mannafør og fýra 6-manafør við kvinnum. Meiri hugaligt er tað í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, har átta bátar hava boðað frá luttøku í kappingini á Norðoyastevnu.
Sammett við undanfarin ár er luttøkan umleið tann sama. Hesa ferð eru fýra bátar fleiri við í kappingini, enn tað vóru í fjør.
Viðhvørt hevur tað verið illfýsið, kalt og vindur og regn og ikki heilt sjáldan frekir kavaælingar, tá ið ársins fyrsti kappróður hevur verið. Soleiðis verður tað ikki í ár. Tað hevur verið góðveður alla vikuna, og sambært veðurforsøgnini verða róðrarlíkindini av teimum bestu í Klaksvík í morgin. Tað er deyðaslætt, og hann sigur frá útsynningi, sum er besta ætt norðanfyri.
Kappingin
Í fleiri ár hevur Jan Herman Hansen í Rituvík verið formaður í Róðrarsambandinum. Hann og hinir nevndarlimirnir hava saman við hjálparfólkum fyrireikað seg til nýggja kappingarárið, og teir vita, at ærukæru klaksvíkingarnir hava fyrireikað seg til at taka ímóti róðrarfólkunum í morgin.
Seinnu árini hevur tað ofta verið tosað um kappróðurin, og at hann er hóttur, tí hann er í kapping við so mong onnur. At luttøkan ikki er størri í kappingini millum 8-mannaførini og 10-mannaførini heldur Jan Herman Hansen kemst av, at so nógvir av teimum, sum plagdu at vera grundstuðlarnir í kappróðrinum, eru so nógv burtur úr Føroyum.
– Tað plagdu at vera handverkararnir, sum í stóran mun vóru við til at manna bátarnar. Eitt nú teir á skipasmiðjunum á Skála, í Havn, í Klaksvík, í Vági og í Vestmanna. Nú er veruleikin tann, at tað ikki longur eru so nógvir handverkarar í Føroyum, sum tað plagdu at vera. Tað vísir seg, at nógvir fara av landinum at arbeiða, tá ið teir eru útlærdir. Tað ræður um at tjena nógvar pengar, tá ið hús og heim og familja eru á skránni, og seinastu árini hevur gongdin verið tann, at alt fleiri fara eitt nú til Noregs ella at arbeiða í frálandavinnuni, staðfestir formaðurin í RSF, sum sjálvur arbeiðir á skipasmiðjuni í Havn.
Har plagdu nógvir kapprógvarar at arbeiða, og kappróðrartosið var nógv. Tað eru framvegis kapprógvarar á skipasmiðjuni, og tað verður framvegis tosað um kappróður, men eisini har sæst tað, at samfelagið er broytt, og at føroyski arbeiðsmarknaðurin er meiri globaliseraður.
– Vit kunnu eitt nú taka Klaksvíking sum dømi. 10-mannafarið í Klaksvík hevur vunnð FM tvey tey seinastu árini, og áhugin fyri kappróðri tykist vera stórur millum norðoyingar. Teir vilja fegnir luttaka, og tíbetur fer Klaksvíkingur aftur í summar at kappast við Suðuroyingin og Havnarbátin. Men tað hevur verið eitt orduligt putlispæl hjá teimum at fáa tað at ganga upp. Eg havi skilt á teimum har norðuri, at teir eru einir fimtan menn, sum fara at manna bátin í summar. Tað kemst av, at onkur siglur, og at aðrir arbeiða og lesa uttanlands. Tað ber til at venja alla staðni, so kapprógvararnir kunnu vera væl fyri, hóast teir ikki venja so nógv saman í bátinum.
Hønan og gulleggið
Summarstevnurnar hava ivaleyst verið í hægri kursi, enn tær eru tað nú. Kappingin frá festivalum og mentanartiltøkum er stór, og hetta sæst aftur í talinum á teimum, sum møta upp fyri at vera eygnavitni til kappróðurin.
– Feløgini leggja stóra orku í at fyriskipa sjálvan róðurin. Tí hava tey ikki yvirskot og orku til at fyrireika annað enn sjálvan róðurin. Tað er ein dreymur, at tað gongur meiri fyri seg millum áskoðararnar, sum eru til kappróður, men enn eru vit ikki komin so langt. Upp á ein máta verður kappróðurin marknaðarførdur sum týdningarmikil partur av summarstevnunum, men veruleikin er, at róðurin ikki er so týdningarmikil partur av sjálvari stevnuni. Eitt nú er landskappingardystur í 1. deild í fótbólti í Klaksvík í morgin klokkan 16, og tað verður dystur í EFFO deildini millum KÍ og B36 klokkan 18. Vit vóna, at kappróðurin verður liðugur tá, men møguleikin kann ikki útihýsast, at Klaksvíkingur fer at vera í harðari kapping um sigurin úti á vánni, meðan besta liðið hjá KÍ spælir ímóti B36 á heimavølli, vísir formaðurin í Róðrarsambandinum á.
Jan Herman Hansen sigur seg ikki stúra fyri framtíðini hjá kappróðrinum. Seinnu árini hevur verið nógv tosað um broytingar. Talan er um prosess, og einki er at ivast í, at kappróðurin og umstøðurnar kring kappróðurin so við og við fara at verða broyttar.
– Samfelagið broytist, og alt annað verður tillagað. Tí er einki undarligt í tí, um tað fer at vísa seg, at kappróðurin ikki verður skipaður soleiðis, sum hann hevur verið seinastu hálvu øldina ella so. Tað ber eitt nú til at ímynda sær, at allar kappingarnar ikki vera sama dag og á sama stað, men tað fáa vit at síggja.
Fyribils fegnast vit um, at tað eru útlit fyri góðum umstøðum og fyritreytum, tá ið róðrarárið verður skotið í gongd í morgin.