Kappróður á Rás2

Serligur spenningur er millum Havnarbátin og Ormin í 10-mannafarsróðurinum, og millum Riddaran og Sundabátin í 6-mannafarsróðurinum. Rás2 hevur tosað við Ragnar Isaksen frá Orminum, Páll Olaf Jacobsen frá Havnarbátinum, Mads Anthoniussen frá Riddaranum, og Høgna Eliassen frá Sundabátinum. Rás2 hevur eisini tosað við Sjúrð Olsen, sum skal halda Ólavsøkurøðuna. Sjúrður er gamal kappróðrarmaður. Kappróðrafjepparar fáa høvið at senda góð ynski til sínar manningar á 559999. Kappróðrarupptaktin verður millum kl. 13 og 14. Kl. 19 kemur formaðurin í Róðrarsambandinum, Jan Herman Hansen á vitjan í útvarpsstovuni hjá Rás2 fyri at taka saman um kappróðrarárið.