- Vit halda, at tað er sera áhugavert, at trý 10 mannafør kappast í Danmark, meðan tað gongur illa bara at manna tvey 10 mannfør til føroyskar stevnur heima, sigur Gunnar Nolsøe frá Neystinum
Tey trý 10 mannaførini eru Havnarbáturin, Vágbingur og Tvørábáturin.
Havnabáturin er komin niður til stevnuna og er mannaður við tí somu manning, sum nú í nógv ár hava tikið lut í hesi stevnu. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, er stýrimaður á Havnabátinum.








