Kappróður hevur ongantíð verið tryggari

Sámal Hansen úr Runavík, sum hevur smíðað flestu av nýggju kappróðrarbátunum, dugir ikki at síggja nakran sum helst trupulleika við trygdini á hesum

Kappróður

Í kjalarvørrinum á hendini leygardagin, tá nýggi Hósvíkingur fór í smildur, hava røddir verið frammi, sum ivast í tryggleikan á nýggju kappróðrarbátunum. Fólk hava hildið, at so smekrir, sum bátarnir nú verða gjørdir, er lítið og einki hald í teimum, og tí er eisini onkur, sum er farin at ivast í trygdini hjá kappróðrarfólkum.

Dimensiónirnar eru óbroyttar
Tann bátasmiðjurin, sum hesi seinnu árini hevur smíðað nógv flestar kappróðrarbátar, er Sámal Hansen í Runavík, og hann ivast so ikki í trygdini hjá róðrarfólkunum.
- Nú kann handan hendingin við Hósvíkingi so ikki sammetast við tað, sum fyriferst á sjónum. Báturin varð slongdur av vogninum, og er farin bóltandi gjøgnum bøin við kanska 80 km/t, og tað sigur seg sjálvt, at slíka viðferð tolir hann ikki.
Hvussu var og ikki, so sóu myndirnar av sundurskrædda bátinum ógvusligar út. Tunnu borðini á bátinum tóktust mest álík pinnabrenni, men heldur ikki hetta tykist vera nakað, sum fær nakran sum helst ótta í bátabyggjaran.
- Sjálvandi er ein kappróðrarbátur eitt sindur smekrari, enn ein bátur, sum verður nýttur til útróður, men heilt so stórur er munurin kortini ikki. Borðini, sum eg nýti, eru 10-12 mm, og tað er so somu dimensiónir, sum Niklas í Koltri plagdi at brúka, tá hann á sinni smiðaði størsta partin av kappróðrarflotanum. Og so kann leggjast afturat, at kjalarborðið og flatborðið eru væl sverari. Upp ímóti tumma tjúkk, sigur bátabyggjarin. Øll onnur mát ? bond, stokkar, bekkir v.m. ? eru júst tey somu, sum Niklas nýtti, so har skuldi alt verið í lagi.
- Á einum vanligum útróðrarbáti eru borðini á leið 16 mm, so størri enn tað sama er munurin so heldur ikki. Og tá skal so eisini minnast til, at tann báturin er bygdur til heilt onnur viðurskifti. Er veðrið ófantaligt, so verður gjarna slettis ikki róð við einum kappróðrarbáti, tí róðrarfólki fær kortini einki burturúr venjingini tá.

Ongantíð verð tryggari
Soleiðis er tað á ongan soleiðis, at bátabyggjarin sjálvur situr við kaldasveitta og lurtar, tá róð verður kapp kring landið. heldur ikki, um talan av og á kann vera um heldur keðilig veðurlíkindi.
- Nei, tað er tað so slettis ikki. Hesir bátarnir eru so í øllum førum eins tryggir, og kappróðrarbátar hava verið tey nógvu seinnu árini. Styrkin á bátunum er so ríkilig til brúkið, og skuldi tað verið spurningurin, so kundu teir ivaleyst væl verið smekrari, enn teir eru. Í øllum førum, um tað bert var trygdin, sum atlit skuldu takast til.
- Og afturat tí, so er tað jú eisini soleiðis, at tað nú er kravt, at bátarnir skulu hava bjargingarvestar umborð. Tíbetur er tað sera sjáldan, at tørvur er á hesum, men tað bøtir so eisini um trygdina, so alt í alt haldi eg, at tað ongantíð hevur verið tryggari at rógva kapp, enn júst nú, sigur bátasmiðjurin.

Flutningurin er trupulleikin
Ein trupulleiki heldur Sámal tó vera, og tað var júst tann trupulleikin, sum gjørdi seg galdandi hjá Hósvíkingi. Nevnliga flutningurin.
- Í dag eru tað fleiri av feløgunum, sum hava fingið sær serligar vognar til flutning av bátunum. Hesir vognarnir viga lítið og einki, og báturin sjálvur vigar enn minni. Tí kann tað væl verða ein trupulleiki við trygdini hjá bátinum sjálvum, tá hann verður fraktaður millum ymsu støðini. Kemur ein hvirla, so er báturin jú soleiðis av skapi, at vindurin trýstur hann uppeftir, og er ferðin tá um einar 80 km/t ella har á leið, so munar tað lítið, hvussu handverkið og tilfarið eru. Tá fer báturin illa, og í flestu førum somikið illa, at hann verður vrak, sigur Sámal Hansen at enda.