Ársins kappróðrar ár er av, og sum vant endar árið við árliga kappróðrargalla. Veitslan sum var stuðla av Formula, var mánakvøldið í bygdarhúsinum í Hósvík. Kvinnurnar á Teistanum skipaðu fyri veitsluni. Upprunaligt skuldi veitslan vera hildin í neystinum hjá Argja Róðrarfelag, men met høg luttøka gjørdi at veitslan mátti flytast.
Ruben busk borðreiddi fyri 263 róðrarfólki í bygdarhúsinum í Hósvík og Rasmus Magnussen var veitslustjóri umframt at bólkurin Brim spældi til dans. Við endan av borðhaldinum skipaðu Olaf Fríðheim, Virgar Dahl, Elin Dahl og Rasmus Joensen trý kvæði.
Ársins Brøgd skuldu eisini heiðrast og dómsnevnd var sett til høvið. Í dómsnevndini vóru 8 fólk, 4 kvinnur og 4 menn, sum øll eru fyrrverandi kappróðrarfólk. Hesi hava fylgt við alt árið og hava síðani gjørt sínar metingar. Hesi fólkini eru ikki tengd at nøkrum ávísum kappróðrarfelag og eru búsitandi ymsa staðni í landinum. Heiðrarnir og myndir frá kvøldinum síggjast niðanfyri.
Hjá kvinnum:
Ársins áralag – Teistin kvinnur
Ársins startur – Rádni kvinnur
Ársins comeback – Teistin kvinnur
Ársins endaspurtur – Erla Kongsdóttir
Hjá monnum:
Ársins áralag – Tjaldrið dreingir
Ársins startur – Smyril menn
Ársins comeback – Nevið Reyða
Ársins endaspurtur – Nevið Reyða
Ársins kappróðrarfelag bleiv eisini heiðrað og her skuldu nevndirnar í ymsu kappróðrarfeløgunum atkvøða; her var tað ÍF Kappróður sum fór við heiðrinum.
Sum áður nevnt var hetta met høg luttøka, eins og tað fleiri stevnur í ár hevur verið met høg luttøka av manningum. Vónandi, fyri kapprógving, er hetta ein framhaldandi gongd.