Ein bilkappkoyring tíðliga í morgun í Mojave-oyðimørkini í Kalifornia fekk ein syndarligan enda, tá ein av bilunum rakti nakrar av áskoðarunum, sum vóru og hugdu at kappingini.
Sjónvarpsstøðin MSNBC sigur, at átta fólk doyðu, og at í minsta lagi tólv onnur fingu skaða. Fýra av teimum, sum fingu skaða, máttu flytast á sjúkrahús í Los Angeles við tyrlu.
Eitt eygnavitni hevur greitt AP-tíðindastovuni frá, at vanlukkan hendi, tá teir fyrstu 20 bilarnir byrjaðu kappingina. Tá ein av bilunum skuldi koyra um eina forðing, holvdist hann og endaði úti millum áskoðararnar.
Kappkoyringin í Mojave-oyðimørkini er á hvørjum ári, og vanliga eru fleiri túsund fólk og hyggja at kappingini. Fleiri seta nú spurnartekin við, um trygdin var í lagi í morgun.