Kappkoyrari kann vænta harða revsing

Ein ungur maður, sum í summar var við í einum ferðsluóhappi uttan fyri Café Natúr, eftir at hann og ein annar maður høvdu koyrt kapp, kann vænta sær harða revsing fyri tilburðin.

Óhappið hendi náttina til mánadagin 8 august, tá ið tveir bilar koyrdu kapp niðan eftir Havnargøtu. Komnir niðan til Cafe Natúr fara bilarnir hvør sínu megin skeinkistaðið. Tað vil siga, at annar bilurin koyrir móti ferðsluni, og tá endar galið. Bilurin stoytir frontalt saman við ein mótkoyrandi bil, og úrslitið varð, at tvey fólk noyddust á Landssjúkrahúsið.

Kann fáa fýra ára fongsulsrevsing
Fleiri høvdu væntað, at fyrr ella seinni fór eitt slíkt óhapp at henda, tí skilaleys koyring er gerandiskostur um kvøldarnar í Havn. Av somu orsøk hevur ákæruvaldið lagt stóran dent á, at slík lógarbrot verða revsaði hart.
Føroya Rættur hevur nú sett málið móti tí eina bilføraranum á dagsskránna, og málið kemur fyri í rættinum týsdagin 22 novembur klokkan 09.15.
Ákærin, Linda Hesselberg, sigur, at bilførararin verður ákærdur fyri brot á eina rúgva av viðtøkum í ferðslulógini, og hann verður eisini ákæran fyri brot á revsilógina.
Tað er serliga ákæran fyri brot á revsilógina, sum er álvarslig. Maðurin verður ákærdur eftir paragraf 252, stk 1 í revsilógini, sum sigur, "med fængsel indtil 4 år straffes den, der for vindings skyld, af grov kådhed eller på lignende hensynsløs måde volder nærliggende fare for nogens liv eller førlighed."
Í Danmark er revsiramman fyri slík lógarbrot upp til átta ára fongsulsrevsing, men í Føroyum er hon fýra ár. Linda Hesselberg sigur tó, at talan neyvan verður um, at ákærdi fær hægst møguligu revsing, um hann verður funnin sekur.