Kappingin verður nú eftirmett

Fótbóltssambandið fer komandi vikuskiftið at hava árliga eftirmetingarfundin við feløgini

Fótbóltur

 

Skráin fyri fundin er nú løgd út á heimasíðuna hjá FSF, og her framgongur, at lagt verður upp til breitt kjak um kappingina.

Sum kappingin í ár endaði – um hon er endað – er verandi kappingarleisturin eitt av evnunum, sum fær sína viðgerð. Og kjakið her fer helst at geva sína fyrstu ábending um, hvønn vegin feløgini vilja ganga í hesum spurninginum.

Eisini verður skipanin við flytingarvindeyganum umrødd, umframt at tosað verður um skipanina við kortum og leikbannum. Her hevur verið ført fram, at tað er ov langt til fyrsta leikbannið, tá fimm kort skulu til.

Fundurin byrjar leygardagin klokkan 10, og kunnu feløgini senda trý umboð hvør á fundin.