Ein dystur verður í kvinnudeildini í kvøld. Í høllini í Klaksvík fær Stjørnan vitjan av STÍF. Í grundspælinum vann Stjørnan báðar dystirnar ímóti strandakvinnum, og er favorittur undan dystinum í kvøld.
Stjørnan liggur í løtuni á triðja plássi, fimm stig eftir VÌF, men hevur leikt tveir dystir minni. Skulu klaksvíkskvinnur ota seg longri upp eftir stigatalvuni, skulu tær vinna dystin í kvøld.
Kappingin um heiðursmerki í kvinnudeildini er tøtt í ár. Í løtuni røkist nógv fyri, at vágskvinnur fara at gerast drúgvar í kappingini um FM-heitið. VÍF tykist í løtuni vera einasta liðið, ið veruliga kann hótta VB.
Fleiri lið kappast um triðja plássið, og í tí kappingini liggur Stjørnan best fyri í løtuni. Kyndil, Neistin og STÍF liggja í hølinum á Stjørnuni, og skuldi Stjørnan snáva, hava øll liðini møguleika at styrkja sær støðuna í kappingini um bronsu-heiðursmerkini.
STÍF hevur møguleikan í kvøld at taka eitt stig ímóti einum møguligum heiðursmerkjaplássi, men so er kravið ein sigur í trupla útidystinum ímóti Stjørnuni.
Strandakvinnur hava ikki staðið seg so væl í endaspælinum higartil, og enn er bert eitt stig komið til høldar. Um tað STÍF skal fáa fulla úrtøku í kvøld, so er líkt til, at nógv má leggjast á herðarnar hjá stórskjúttanum Asta Petrauskiene.