Talv
Eftir trimum umførum liggja kollfirðingar og klaksvíkingar nærum lið um lið í oddinum. Bæði liðini, sum hava vunnið sínar tríggjar dystir, hava ávíkavist tíggju og nýggju stig. Toftamenn eru á einum triðja plássi við fimm stigum, men bert hálvtannað stig er niður til sandavágsmenn, sum eru aftastir.
Kollfirðingar høvdu bæði leygardagin og sunnudagin svenska kenningin og stórmeistaran Tiger Hillarp-Persson við á liðnum. Móti Sandavági leygardagin eydnaðist tað Torkili Nielsen at leika javnt móti Tiger. Dysturin endaði 3,5 ? 0,5 til oddaliðið.
Hinir dystirnir leygardagin vórðu millum Toftir og Klaksvík og Hvalvík og Havnina. Klaksvíkingar vunnu ein tryggan 3-1 sigur á toftamonnum. Ólavur Simonsen vann eitt gott talv á fyrsta borði móti Boga Ziska. Talvið er við í blaðnum í dag.
Hvalvíkingar við Rógva W. Rasmussen á fyrsta borði, leikti 2-2 móti havnarmonnum. Olaf Berg vann uppgerðina á fyrsta borði.
Kollfirðingar sorlaðu havnarmenn
Sunnudagin varð tann klassiski HT-KT dysturin á skránni í Havnini. Eitt sterkt og styrkt kollfjarðalið vundu burturúr einum rættiliga skerdum havnarliði. 4-0 bleiv úrslitið. Við GM Tiger, Hans Kristian Simonsen, Torbjørn Thomsen og Eyðálvi Johannesen á liðnum, eru kollfirðingar favorittar at vinna FM-heitið. Tiger verður allarhelst ikki oftani við, eftirsum hann eisini telvar við í svensku og donsku liðkappingini, men sjálvt uttan hann er liðið sterkt. Tiger vann á Olaf, eftir at Olaf kom illa frá byrjanini. Hans Kristian vann í einum annars jøvnum talvi á Herluf Hansen.
Hví havnarliðið er somikið skert, er ilt at siga. Martin Poulsen er í Ungarn og telvar enn eina kapping, men eitt nú kundi ein Haldur Suni Johansen styrkt alsamt um liðið. Uttan at taka nakað frá teimum sum mannaðu 3-4. borðini, so eigur eitt stórt felag sum Havnar Telvingarfelag at hava sterkari manning. Ein kundi eisini spurgt, hví ikki geva teimum ungu ein kjans í fremstu røðini, um tað alíkavæl ikki er møguligt at hava nóg sterk 3-4. borð? Her verður serliga hugsað um Helgi D. Ziska og Rógva Mortensen, sum eru tveir lovandi unglingar.
Klaksvíkingar við Ólavi Simonsen í góðum formi vunnu somuleiðis stórsigur sunnudagin. Bert hálvt stig fingu hvalvíkingar, sum Finnbjørn Zachariassen fekk ímóti Rana Nolsøe. Ólavur vann á Martin Brekká, sum yvirtók fyrsta borðið frá Rógva, ið ikki leikti við móti klaksvíkingum.
Toftamenn vunnu botndystin móti sandavágsmonnum. Tríggir javnleikir, eitt nú millum Torkil Nielsen og Jens Kristian Hansen, og ein sigur sum aldursforsetin og heiðurslimurin í føroyskari telving Jústines Hansen stóð fyri, tá hann vann á einum øðrum veterani, Gutta Petersen.
Spennandi verður at fylgja tvídráttinum millum kollfirðingar og klaksvíkingar. Hini liðini fara helst at berjast um bronsuna, og undan niðurflyting.
Enn einaferð eingin vinnari
Í seinasta talvteigi frættu vit at Kasparov hevði vunnið triðja talvi í dystinum móti heimsins sterkastu talvteldu, Fritz. Støðan varð tá 1,5 ? 1,5, og eitt talv restaði í. Fritz hevði hvíta fólkið í hesum seinasta talvið, fekk ein lítlan fyrimun, men tá Kasparov út ímóti miðspælinum valdi ein tryggan leist, varð tað torført hjá báðum pørtum at bróta ígjøgnum, og djúpt inni í endatalvinum bleiv javnleikur úrslitið.
2-2 og enn vita vit tí ikki við vissu hvør hevur munin, menniskjan ella tøknin. Kasparov vardi mannaættina væl, og prógvaði í øllum førum, at enn er skaparin ikki í undirluta í mun til skapanarverkið.