6-mannafør menn: Meðan tað í øllum teimum fyrru kappingunum í dag var annar vinnari, enn tað var fyri tveimum vikum síðani á Norðoyastevnu, so var eingin slingur í valsinum hjá Riddaranum úr Miðvági. Hann var í stórum stíli.
Fyrstu 200-300 metrarnar var eitt sindur av kapping, men so var spenningurin avblástur. Riddarin svam frá øllum hinum, og tá ið hann fór um málið, hevði Lómur tríggjar bátslongdir eftir á mál. Lómur var næstfremstur og tíggju sekund frammanfyri Smyril úr Vági. Munurin millum nummar tvey og trý var nett tann sami, sum hann var á Norðoyastevnu.
Allir bátarnir komu á mál í somu røð sum seinast, burtursæð frá at Gongurólvur hesa ferð var nummar fýra. Á Norðoyastevnu var hann á sætta plássi og aftastur.
1 Riddarin 07:52.11
2 Lómur 08:00.03
3 Smyril 08:10.12
4 Gongurólvur 08:14.19
5 Tvørabáturin 08:22.09
6 Skúgvur 08:28.00
Støðan
1 Riddarin 14
2 Lómur 12
3 Smyril 10
4 Tvørabáturin 7
5 Gongurólvur 6
6 Skúgvur 5










