Málið um kappingarsamleika Føroya ella tjóðarbranding, sum tað eisini nevnist, er vorðið aktuelt aftur. Hetta evnið var frammi í sambandi við Visjón 2015. Landsstýrismaðurin við uttanríkismálum hevur gjørt av at søkja um játtan til tess at seta ferð á arbeiðið við kappingarsamleikanum. Hann vísir til, at tað er umráðandi, at vit gera okkum greitt, hvørjar góðar eginleikar Føroyar og føroyingar hava, og hvussu aðrir góðir eginleikar kunnu mennast, til tess at betra og styrkja um okkara kappingarsamleika. Vit skulu vita, hvussu vit kunnu gera vart við hesar styrkir og eyðkenni, soleiðis at betri grundarlag verður fyri at skapa framburð gjøgnum virksemi og samstarv við fyritøkur, stovnar, myndugleikar og fólk kring heimin. Hvat merkir so hugtakið kappingarsamleiki? Jú, sigur landsstýrismaðurin í síni áheitan: Kappingarsamleikin hjá einum landi, er tann samleikin, sum politiski myndugleikin, vinnan, mentan og fólk koma ásamt um framhaldandi at menna og brúka sum grundstøði, tá landið og tess møguleikar verða marknaðarførdir og yvirhøvur í samskiftinum við útlendingar og umheimin. Stórir fyrimunir eru við at finna og menna kappingarsamleikan og at menna hann. Hetta er ein av mongum fortreytum fyri at kunna taka ímóti teimum avbjóðingum, sum koma av altjóðagerðini.
Hetta varð longu ásannað í Visjón 2015, har tað varð staðfest, at tjóðarbranding er serliga týdningarmikið fyri ferðavinnu og út- og innflutningsvinnu. Vit skulu við øðrum orðum finna tey virði við landi, fólki og mentan, ið gera okkum áhugaverd fyri útheimin. Hetta hevur serstakliga týdning fyri ferðavinnuna og útflutningsvinnuna. Útlendingar skulu fáa eyguni upp fyri tí ektaða, sermerkta og áhugaverda, ið vit hava at bjóða, og ferðavinnan skal so mennast við hesum. Fyri útflutningin er talan um ikki bert eina vøru men um so at siga alt tað, sum er kring vøruna – ella søgan um vøruna. Tað kann bert vera alt gott at siga um tiltak landsstýrismansins, ið kemur í tøkum tíma, men samstundis er neyðugt at minna á, at nógvar av fortreytunum fyri føroyskari tjóðarbranding eru als ikki nóg góðar. Skal ein fremja tjóðarbranding ella menna kappingarførleika, so krevur hetta t.d. eitt nógv virknari mentanarlív. Hetta krevur, at listafólk kunnu liva og virka í Føroyum. Hetta krevur at fólkamentanin hevur góðar umstøður. Hetta krevur, at vit hava góð og vælvirkandi søvn til okkara mentanararv og hetta krevur, at vit fara væl um okkara náttúru. Tað skal ikki nógv hugflog til at staðfesta, hvussu í Føroyum til stendur við hesum fortreytum. Skal verkætlanin um kappingarsamleika eydnast, krevst, at eitt nú mentanarligu og listarligu fortreytirnar eru í lagi. Skal tiltakið sostatt hava trúvirði, má tað fylgjast upp av einum virknum mentanarpolitikki við teimum játtanum, sum ein slíkur politikkur kostar.