– Kappingarráðið vil við hesum avvísa, at villur eru í kanningini, so sum BankNordik hevur víst á fyrr í dag.
BankNordik hevur í tíðindaskrivi dagfest 27. juni 2014 víst á, at tað eru roknivillur og aðrir skeivleikar í kanningini, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt av realkredittmarknaðinum. Um útrokningarnar verða rættaðar samsvarandi hesum, vilja niðurstøðurnar hjá Kappingareftirlitinum vísa at umsitingargjaldið hjá BankNordik á 1,5% kappingarført.
Kappingareftirlitið skal við hesum avísa, at tað eru tílíkar villur í kanningini. Talan er um grundleggjandi ymisk sjónarmið, hvussu ávísar útrokningar eiga at gerast.
Niðanfyri er viðmerkingar til ávís viðurskifti sum BankNordik vísir á í sínum tíðindaskrivi.
Í øðrum reglubroti stendur:
“BankNordik bjóðar realkredittfígging í Føroyum við einum umsitingargjaldi (bidragi) í mun til lánsbrævarentuna á 1,5%. Ein kanning hjá Danske Bank vísir, at danskir realkredittstovnar taka millum 0,94% (Totalkredit) og 1,15% (Nordea) í bidragi fyri lán uttan avdrátt. BankNordik tekur sostatt 0,35% meiri fyri realkredittlán enn størsti bankin í Norðurlondum, Nordea.”
Kappingareftirlitið hevur dagførd tøl fram til primo 2014. Vísast kann í hesum sambandi á talvu 7.1 á síðu 28, mynd 7.2A á síðu 30 og mynd 7.2B á síðu 31. Tað skal tó vísast á, at kanningin er aftur lítandi, tvs. at tað serliga eru títtu og høgu hækkingarnar í tíðarskeiðinum 2009 til 2012 sum áherðsla er løgd á.
BankNordik vísir á, at realkredittstovnar í Danmark nú taka 0,94% til 1,15% í umsitingargjaldið og er hetta bert 0,35 stig minni enn umsitingargjaldið hjá BankNordik. Til hetta er at siga, at BankNordik hevur í tíðarskeiðinum 2009-2012 havt eitt umsitingargjald sum lá millum 1,7% og 1,9%. Í sama tíðarskeiði lá danska umsitingargjaldi millum 0,55 og 0,73%, so tá hevur munurin verið meir enn 1 stig.
Aftur at hesum eru 0,35 stig á muni millum BankNordik og dýrasta danska bankan, rættuliga nógv. Fyri ein brúkara við einum láni á t.d. 2 mió. kr., so er talan um ein meir kostnað á 7000 kr. Tvs. at var BankNordik kappingarførur við dýrasta danska bankan, vóru 7000 kr. meira tøkur hjá hesum brúkara um ári. Fyri nógv í Føroyum muna 500-600 kr. í eyka tiltøkupeningi rættuliga nógv.
Í triðja reglubroti stendur:
“Tað er ein greið orsøk til, at bidragið ikki kann verða tað sama í Føroyum sum í Danmark: BankNordik er ikki ein realkredittstovnur, men umboðar DLR og og veðheldur fyri lánunum. Hetta gevur BankNordik fylgjandi meirútreiðslur, sum kundin má gjalda afturat:”
Kappingareftirlitið hevur í kanningini fleiri staðni víst á, at slíkar avtalur sum hesar eru vanligar á danska marknaðinum. So seint sum í 2011 er grein í tíðarritið frá danska tjóðbankanum, ið viðgerð danska realkredittmarknaðin. Í hesi grein stendur, at tað eru triggir útbreiðsluhattir í Danmark. Ein av hesum er umvegis samstarvandi bankar.
Í fjórða broti stendur:
“1) BankNordik hevur eitt myndugleikakrav um at hava 14-17% í eginkapitali/ábyrgdarláni fyri øll útlán. Av tí at realkredittlán bert verða roknað við eini vekt á 35%, og bankin harafturat skal veðhalda fyri 50% av lánunum, skulu vit halda eina eginogn/ábyrgdarlán á 14-17% av 17,5% - tvs. umleið 3%. Bankin hevur m.a. lænt henda pening sum ábyrgdarlán frá m.a. føroyskum uppspararum fyri 10% í rentu. Kapitalkravið av veðhaldinum kostar tí 0,3% í beinleiðis meirútreiðslum. Longu við hesum er bankin sostatt lutfalsliga á sama støði sum Nordea.”
Tað er ein grundleggjandi ósemja millum Kappingareftirlitið og BankNordik. Myndugleikakravið sum BankNordik vísir til, er serstakið solvenstørvurin hjá BankNordik. Kappingareftirlitið hevur fingið váttað frá Fíggjareftirlitinum, at serstakið solvenstørvurin er fyri alt virksemi. Myndugleikin setur ikki sum krav at bankin skal brúka sama solvenstørv fyri øll vinnuøkir.
Kappingareftirlitið hevur valt at brúka ein roknihátt, har solvenstørvurin innan vinnuøkið er størri enn innan privata økið. Grundgevingin er, at á vinnuøkinum eru fleir og størri tap, og sveiggini ár undan ári eru størri.
Í fimta broti stendur:
“2) Veðhaldið merkir eisini, at bankin hevur meirútreiðslur til tap uppá skuldarar í mun til danskar bankar.”
Í fyrsta lagi skal sigast at tað er vanlig praksis at realkredittstovnar krevja veðhald frá sínum samstarvsbankum. Vísast kann aftur til grein í tíðarritið hjá danska tjóðbankanum frá 2011, har víst verður á, at vanliga verður krav sett um veðhald.
Í øðrum lagi eru veðhaldini og aðrar avtalutreytir tiknar við í tær útrokningar, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt í kapitul 12 í kanningini.
Í sætta broti stendur:
3) BankNordik skal rinda munandi meiri til DLR, fyri at fáa teir at veita lán til lítla føroyska marknaðin, í mun til tað, sum danskir bankar rinda
Parturin sum DLRKreditt fær av samlaða umsitingargjaldinum umframt krøv um partabrævakeyp innganga í útrokningarnar sum Kappingareftirlitið hevur gjørt. Sostatt er atlit tikið til hesi viðurskifti, hóast talan er um eitt uppáhald sum ikki er prógvað.
Í sjeynda broti stendur:
4) Og umsitingin av lánunum er nógv dýrari fyri hvørt realkredittlán hjá bankanum orsaka av lítla føroyska marknaðinum. T.d. hevur bankin umleið somu útreiðslur av at umsita 10 ferðir so stóra upphædd í realkredditlánum á danska marknaðinum sum í Føroyum.
Sambært lyklatalinum - inntøka pr. kosntaðarkrónu - so stendur føroyska virksemið seg ikki verri enn danska virksemið tá tað kemur til kostnaðareffektivitet.
Uttan mun um tað veruliga er dýrari ella ikki at selja realkredittlán í Føroyum, so taka útrokningarnar hjá Kappingareftirlitinum støði í veruliga kostnaðinum hjá føroyska partinum av BankNordik. So hædd er tikið fyri møguligum inneffektiviteti.
Í áttanda broti stendur:
“Kappingarráðið ger seg skyldugt í stórum roknivillum. Tey pástanda, at kapitalkravið hjá BankNordik er 3,21% í mun til veruliga kravið á 14-17%. Tí síggja tey stórt sæð onga útreiðslu av kapitalkravinum, sum jú kostar bankanum 0,3% av hvørjum láni í beinleiðis útreiðslum. Leggja vit hesa útreiðslu afturat páhaldinum hjá Kappingarráðnum, um at bidragið eigur at vera 1,0-1,30%, so er umsitingargjaldið hjá BankNordik á 1,5% langt innanfyri intervallið hjá Kappingarráðnum. Í hoyringini hevur bankin ferð eftir ferð víst Kappingarráðnum á hesa villuna.”
Talan er ikki um nakrar roknivillu. Sum áður víst á, so er heldur talan um ymiskar áskoðanir. Kappingareftirlitið heldur at solvenstørvurin má verða treytaður at virkseminum, soleiðis at tørvurin innan privata økið er generelt minni enn innan vinnuøkið.
BankNordik vil hinvegin hava, at uttan mun hvat virksemi talan er um, so skal bankin seta sama kapitalkrav. Á henda hátt kemur privatkundin at bera ein lutfalsliga stóran part av samlað kapitalkravinum hjá BankNordik.
Kappingareftirlitið metir, at áskoðanin hjá BankNordik til kapitalkravið er litað av, hvussu marknaðarbygnaðurin er. Kappingareftirlitið metir, at um meira kapping hevði verið um privatu kundarnir, so vildi bankin havt eitt kapitalkrav, sum var meira samsvarandi tí váða sum var innan tað privata økið.
Í níggjunda broti stendur:
“Herumframt setir Kappingarráðið ov lítið av til hinar omanfyrinevndu útreiðslur, samstundis sum Kappingarráðið tekur støði í lægri bidrøgum í Danmark, enn feska kanningin hjá Danske Bank vísir.”
Kappingareftirlitið hevur dagførd tøl fram til primo 2014. Kanningar sum hesar eru tó afturatlítandi, tvs. farin viðurskifti verða kannað. Uttan mun til um BankNordik í 2014 hevur broytt umsitingargjaldið til 1,5%, so broytir tað onki við niðurstøðurnar um hvat er fari fram á marknaðinum seinastu árini.
Tær serligu avbjóðingar, sum BankNordik vísir á, eru knýttar til at veita realkredittlán í Føroyum, hevur Kappingareftirlitið antin avvíst ella tikið atlit til í teimum útrokningum sum eru at finna í júst almannakunngjørdu frágreiðing.
Seinasta lækkingin av umsitingargjaldinum, er eitt munandi stig til eitt “kappingarført” umsitingargjald á føroyska sethúsamarknaðinum.
Kappingareftirlitið
27.06.2014
Terje Sigurðsson