Farna summar keypti Vejle svenska vinstra bakkin, Victor Wernersson, frá svenska felagnum, Syrianska FC. Men í dag hevur Vejle BK longu selt vinstra bakkin víðari til svenska stórfelagið, IFK Gøteborg.
Jacob Kruger, ið er ítróttarstjóri í Vejle BK, sigur at tað serliga eru tvær orsøkir til, at Vejle hevur valt at selt svenska verjuleikaran.
- Vit fingu ein fyrispurning frá IFK Gøteborg um Victor, og eitt tilboð, sum vit ikki kundu siga nei til. Victor Wernersson hevur fingið avmarkað av spælitíð í Vejle, men orsøkin er ikki tann, at Victor Wernersson manglar kvalitet. Heldur er orsøkin tann, at Viljormur Davidsen hevur spælt á sínum – kanska – hægsta stigið nakrantíð, meðan hann hevur spælt við Vejle, og tí hevur Victor fingið so lítið av spælitíð. Tað sigur ítróttarstjórin í Vejle, Jacob Kruger, við heimasíðuna hjá Vejle BK.
Nýggja felagið hjá Victor Wernersson, IFK Gøteborg, telist søguliga millum størstu feløg í norðanlondum, og spælir í bestu svensku deildini. Farna kappingarár hjá IFK Gøteborg var tó skuffandi, har felagið endaði á einum tíggjunda plássi í bestu svensku deildini.