Kappingarneytin hjá Føroya Tele og Hey er nú stovnaður

Sjey nýggj partafeløg vórðu stovnað í høvuðsstaðnum í seinastu viku

Fimm smápartafeløg og tvey íverksetarafeløg, øll við heimstaði í høvuðsstanum, vóru stovnað í farnu viku. Feløgini fara at starvast innan tænastur, íløgur, skiparakstur, v.m. Tvey feløg eru farin í konkurs, skrivar Business-Line.

 

Millum nýggju partafeløgini er sp/f Tosa hjá Tummasi við Skipá, sum eftir ætlan skal gerast ein kappingarneyti hjá Føroya Tele og Hey.

 

Ragnar Joensen úr Hoyvík hevur sett á stovn eitt felag, sum skal fáast við aling, meðan ein íslendari hevur skrásett eitt reiðarí í Føroyum, sp/f Ice Tugs.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni eru at síggja her.