Stóru bilverksmiðjurnar og kappingarneytarnir í USA, General Motors og Ford Motor Company, arbeiða við ætlanum um at gera felags motorar fyri at spara framleiðsluútreiðslur.
Tað skrivar The Detroit News, sum sitarar fleiri høgtstandandi leiðarar frá báðum verksmiðjunum.
Hugskotið til motorsamstarvið kom frá General Motors, og Ford leiðslan hevur sýnt áhuga fyri samatarvinum á fyrstu fundunum, sum hava verið millum verksmiðjurnar báðar.
Enn er tó eingin avgerð tikin, skrivar The Detroit News.