Kappingarnevndin hjá FSF skal viðgera rokdyst

Fótbóltur: Dómarin hevur latið FSF frágreiðing eftir rokdyst í unglingadeildini seinasta mánadag

Kappingarnevndin hjá FSF hevur fingið frágreiðing frá dómarunum eftir rokdyst í unglingadeildini.

Dysturin, sum var millum GÍ og KÍ mánakvøldið fyri góðari viku síðani, endaði 4-4. men tað sum spælarar og venjarar best minnast dystin fyri, eru ikki málini, men aðrar hendingar.

Tað hevði gingið rímuliga hart fyri seg á vøllinum, og dómarin hevði givið nøkur kort. Tá GÍ javnaði til 4-4 í seinna hálvleiki, endaði tað við roki. Ein GÍ-spælari fór um koll, og venjarin hjá GÍ, sum er tann sami sum á 1.deild, Páll Guðlaugsson, fór á vøllin. Hann treiv í bringuna á KÍ-spælara, og so var eldur settur í.

Mest sum allir spælararnir endaðu í einum trunka, har kjakast var aftur og fram, og eisini KÍ-venjarin, Dánjal Jákup Joensen, kom á vøllin.

Endin var, at dómarin einki kort gav, men báðir venjararnir vóru sendir av vøllinum.

Eftir dystin hevur dómarin, sum var Jonhard Hansen úr Runavík, skrivað kappingarnevndini hjá FSF frágreiðing um tað sum hendi, og hon skal nú viðgerast.

Við Íróttarsosialin sigur dómarin, at hann heldur hendingina vera av slíkum slagi, at hann ikki kundi annað enn skriva frágreiðing til FSF.

­ GÍ-venjarin leyp fram av, og hvørki hann ella KÍ-venjarin, sum helst kom á vøllin fyri at skilja, hava nakað at gera á vøllinum, sigur hann.

Dánjal Andreasen, sum er formaður í kappingarnevndini, sigur, at GÍ og KÍ hava fingið at vita, at hvørgin av venjarunum skal vera til nakran dyst fyrr enn frágreiðingin hjá dómaraunum er viðgjørd í kappingarnevndini.

Tað verður hon hóskvøldið, og tá verður eisini greitt, hvat kappingarnevndin ger av í hesum máli.