##med2##
Skulu tað verða 10 ella 8 lið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum? Skulu vit hava eina næstbestu deild manna bara við bestu liðum hjá teimum smærri feløgunum? Skulu vit hava eina desideraða deild fyri eykaliðini hjá Betrardeildarliðunum?
Hesir spurningarnir vóru vendir í Tema-Fótbóltspanelinum, ið Petur Asbjørn Lervig skipaði fyri á FM1 í dag.
Gestir hjá Peturi Asbirni vóru André Olsen, Oddbjørn Joensen, og Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, ið var ígjøgnum á telefonlinjuni úr Hvalba.
Komandi fríggjadag verður evnið hjá Petur Asbirni Lervig kappingin hjá kvinnunum.