Í gjár gav B68-venjarin, Jógvan Martin Olsen, ilt av sær um kappingarskránna, sum B68 skal spæla eftir. Millum annað fanst hann á, at B68, sum í fjør vann 1. deild, spælir tvær ferðir á útivølli móti Skála, sum eisini flutti up. Hartil ilskaðist fyrrverandi landsliðsvenjarin um, at B68 eitt skifti spælir seks av sjey ferðum á útivølli.
- Tað er heilt ótrúligt at FSF kann leggja eina kapping so vánaliga tilrættis, skrivaði Jógvan Martin Olsen á Facebook-vangamyndini hjá sær.
Lesið eisini: Skráin er ein vanlukka
Jákup Martin Joensen, formaður í kappingarnevndini hjá FSF hevur tó ikki heilt somu fatan.
- Tá kappingin verður løgd, verður hetta av fyrsta tíð gjørt við eini telduskipan. Einastu treytirnar, sum vit áseta, tá teldan verður fóðrað, eru, at fimm tey ovastu liðini hava 14 heimadystir, og at HB og B36 ikki spæla heima somu umfør.
- Vit gera nakrar tillagingar, eftir at feløgini hava havt skránna til ummælis, og síðani hava feløgini loyvi til at býta um heima- og útidyst í teimum førum, har hetta verður mett neyðugt. Dømi um slíka flyting kann vera, at KÍ ynskir heimadyst á norðoyastevnu, og at havnarfeløgini spæla heima á ólavsøku. Í hesum ítøkiliga málinum hevur B68 verið partur av slíkum umbýti einar tvær ferðir, og tí hava teir eitt skifti fleiri útidystir á rað. Men tað merkri hinvegin eisini, at toftamenn hava nógvar heimadystir onkra aðra tíð í kappingini, sigur Jákup Martin Joensen.