Tað sigur deildarleiðarin í Kappingareftirlitnum, Terji Sigurðsson, við Kringvarpið.
Landsstýrið hevur eitt lógaruppskot um ein oljukekk til sperdar familjur til hoyringar í løtuni, nú oljuprísurin er hækkaður so nógv seinastu mánaðirnar.
Í samrøðu við útvarpið segði Terji Sigurðsson, at Magn og Effo hava tjent 343 milliónir krónur eftir skatt seinastu fimm árini. Sama tíðarskeið hava feløgini goldið 403 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar. Magn hevur goldið sínum eigarum 227 milliónir krónur, og Effo hevur goldið sínum eigarum 176 milliónir krónur.
Terji Sigurðsson vísti á, at oljumarknaðurin í Føroyum er ein lukrativur marknaður, men av tí at vit hava eitt duopol – har bara tveir aktørar eru – so er í veruleikanum eingin kapping. Tí feløgini vita, at um hitt felagið lækkar prísin fyri at fáa størri marknaðarpart, so broytt hitt felagið prísin alt fyri eitt, og so er einki vunnið hjá teimum báðum feløgunum.
Hann heldur, at onnur áttu at havt hug at komið inn á hendan marknaðin at kappast við tey bæði oljufeløgini.
Hann heldur, at politiski myndugleikin átti at ásett nakrar reglur um, sum gera tað at oljufeløg koma undir nakrar veruligar samhaldisltreytir, so at ein og hvør sum ætlar at koma á marknaðin fær tryggjað veiting frá verandi oljuinnflytarum.
Terji Sigurðsson stóð í 2016 á odda fyri eini frágreiðing, sum vísti, at vantandi kappingarstøðan í Føroyum, har vit hava eitt duopol, ger tað, at oljufeløgini kunnu hækka prísin nógv meira, enn oljufeløg gera í øðrum londum.