Kappingareftirlitið verjir brúkaran

Hóast atfinningarnar móti kanningunum hjá Kappingareftirlitinum mangan eru harðar, so halda fleiri partar av vinnuni, at stovnurin er ein neyðugur partur av vinnunum. Og bæði vinnan og Kappingareftirlitið sjálvt eru samd um, at tørvur er á eini hægri játtan til stovnin.

 

- Kappingareftirlitið hevur verið ein fastur partur av mínum gerandisdegi síðani eg byrjaði í 2007, og satt at siga, so ivist eg ikki í, at ein orsøk til, at prísurin er tann hann er, er at Kappingareftirlitið alla tíðina leggur trýst á okkum. Soleiðis sæð eru vit glað fyri Kappingareftirlitið, sigur Hendrik Egholm, stjóri á Magn.

 

- Vit hava eina serstøðu sum duopol, og tí er tað í fínasta lagi, at vit alla tíðina verða eftirhugd, vigað og kannað, og at vit hava eitt alment kappingareftirlit at røkja ta uppgávuna. Men tað harmar okkum, tá Kappingareftirlitið brúkar eina so fakliga illa grundaða kanning sum hesa seinastu til at seta okkum í ringt ljós – og tað av órøttum, tí tølini í kanningini eru skeiv, og tískil eru niðurstøðurnar í kanningini sjálvsagt eisini skeivar, sigur hann.

 

Hendrik Egholm eftirlýsir tí eini hægri játtan til Kappingareftirlitið.

- Kanningin ber brá av, at Kappingareftirlitið hevur alt ov lítla orku og tískil ikki fær útvega sær neyðugu førleikarnar at fremja stórar og kompliseraðar kanningar sum hesa um prísirnir á brennievni. Tað er sera óheppið, og politiski myndugleikin átti at raðfest stovnin hægri, so dygdin kann garanterast. Tí vit skulu sjálvsagt hava eitt kappingareftirlit. Tað er best fyri allar partar, men minstakravið má vera, at tilfarið, tað letur úr hondum, er eftirfarandi, sigur Hendrik Egholm um kanningina, Kappingareftirlitið gjørdi av føroysku oljufeløgunum.

 

Terje Sigurðsson, deildarleiðari á Kappingareftirlitinum, kundi eisini ynskt sær eitt størri og sterkari Kappingareftirlit. Trupulleikin er tó tann, at kappingarmyndugleikin ikki  hevur nøktandi játtan á fíggjarlógini til sítt virksemi frá byrjan av.

- Myndugleikin fær 1,8 mió. kr. á fíggjarlógini og hevur 2,5 ársverk. Hetta skal røkka til eftirlitið við øllum marknaðum í Føroyum. Tað sigur seg sjálvt at við verandi játtan liggur nógv sum kundi gjørt ein mun og bíðar, sigur Terje Sigurðsson.

  

- Tíverri hava føroyskir politikarar, í mun til politikarar í okkara grannalondum, ikki sæð virðið í at geva kappingarmyndugleikanum størri játtan. Tað eru nógvir politikkarar, sum millum ár og dag hava víst stóran áhuga fyri Kappingarráðnum og -eftirlitinum. Teir hava tó allir sitið í andstøðu. So skjótt teir koma í samgongu, eru føgru lyftini gloymd. Hetta er óheppið, tí tað er ongin ivi um at tørvurin á einum sterkum kappingarmydnugleika er lutfalsliga størri í einum lítlum landi sum Føroyum enn t.d. í einum av okkara grannalondum, sigur hann.

 

- Vit síggja ferð aftaná ferð, at stórar føroyskar fyritøkur koma út við úrslitum sum eru munandi hægri enn í okkara grannalondum. Ferð aftaná ferð hava vit í kanningum staðfest at prísstøðið í Føroyum á nógvum marknaðum er væl omanfyri sambærlig lond í Evropa. Tað tykist sum at verða reglan heldur enn undantakið, at almenn og privatar verkætlanir gerast dýrari enn uppruna mett. Hetta er alt tekin um marknaðir, sum ikki virka væl. Tað er undrunarvert, at føroyskir politikarar ikki duga at síggja stóra samfelagsliga tapið, sum liggur goymt her, sigur Terje Sigurðsson.