Hóast fólk tóktust vera á einum máli um, at korini hjá føroyskari bókaútgávu ofta eru ósømiliga trong, varð ongin niðurstøða gjørd á bókadegnum um, hvussu útgávuvirksemi best verður skipað í framtíðini. Fyribils kunnu vit bara staðfesta, at almenni stuðulin, sum verður latin er sera ójavnt býttur, og at tað eru fagurfrøðuligu bókmentirnar, sum eru við skerdan lut.
Løgtingssamtykt lógarbrot
Á pallborðsfundinum legði Zakarias Wang hart út við at staðfesta, at verandi stuðul til føroysk bókaforløg er ímyndin av ongum minni enn einum lógarbroti, samtykt av Føroya Løgtingi. Ójavnt býtti stuðulin er ikki bara kappingaravlagandi, men beinleiðis í stríð við aðalreglur í kappingarlógini, sambært Zakarias.
- Sum er, hava privatu forløgini ongan tryggjaðan rætt til part av almenna stuðlinum, men kunnu bert vóna, at teirra biddargongd til vinnulív og onnur gevur úrslit, segði Zakarias, sum í hesum viðfangi tók hattin av fyri fólkum sum Justinus Eidesgaard, sum eisini sat við pallborði
Justinus minti tó á, at hann sjálvur var forleggjari av tvang heldur enn av huga. Eisini viðgekk hann bersøgin, at hansara forlagi neyvan hevði verið lív lagað, var tað ikki fyri góðu undirtøkuna hansara bøkur hava fingið í vinnulívinum.
- Eg vildi ynskt, at eg slapp at savna meg um at vera søgumaður heldur enn sølumaður. Sum støðan er nú, slepst ikki undan, at eg verði noyddur at hugsa líka nógv um, hvussu væl bókin fer at selja sum um dygdina, tá eg seti meg við skrivaraborðið, segði Justinus, sum annars skeyt upp, at rithøvundar verða tryggaðir okkurt slag av minstuløn, so teir fingu arbeiðsfrið.
Skeivt brúktur peningur
Helena Dam á Neystabø á Føroya Skúlabókagrunni var tó ikki samd í, at tað eru alment stuðlaðu forløgini, sum avlaga kappingina á bókamarknaðinum. Hon vísti á, at Skúlabókagrunnurin als ongan áhuga hevur í at ota seg inn á onnur bókaøki og enn minni í at hava monopol innan skúlabókaútgávur. Heldur enn at illneitast inn á hvønn annan og vilja hava pengarnar hjá
hvørjum øðrum áttu forløgini í felag at arbeitt fyri at fáa økt játtanina til bókaútgáva sum heild, helt hon.
Frá áhoyaranum varð gjørt vart við, at partur av peninginum, sum verður játtaður, ikki kemur bókaútgávu til góðar í nóg stóran mun. Her varð serliga skotið eftir Mentanargrunni Landsins, sum sambært stjóranum á Føroya Prent, brúkar alsamt minni pening til bókaútgáva, hóast játtanin til grunnin er hækkað. Rói Patursson, formaður í Mentanargrunninum, gjørdi vart við, at tað ikki ber til at leggja tølini soleiðis fram, við tað at tey ikki leggja upp fyri teimum starvslønum, sum grunnurin letur rithøvundum á hvørjum ári. Í hesum partinum av kjakinum tóktist annars breið semja vera um, at best hevði verið við einum grunni, sum burturav tók sær av at fíggja bókaútgávur.
Hálvlidnar skaldsøgur
Afturvendandi spurningurin um vantandi viðgerð og ráðgeving av fagurfrøðiligum handritum varð enn einaferð havdur á lofti við pallborðið. Stjórin á Bókasøluni vísti á, at enn er tað onki forlag, sum hevur orku til burturav at taka sær av at ritstjórna fagrar bókmentir við tí úrsliti, at tað ár eftir ár liggja fleiri skaldsøgur í bókahandlinum, sum ikki kunnu metast at vera meir enn hálvlidnar.
Spurningurin um, hvørt meir ráðgeving og pengar høvdu tryggjað eina betri góðsku á serliga fagurbókmentunum, varð tó ikki viðgjørdur nærri við pallborðið. Ivaleyst er hetta eisini ein spurningur, sum bókafólk hava rættiliga ymiskar sannføringar um yvirhøvur.