Næstbesta norska fótbóltsdeildin, ið nevnist OBOS-ligan byrjar í morgin.
Klokkan 14 skulu fýra føroyingalið í eldin. Bryne sum hevur Noah Mneney og Rógva Baldvinsson í hópinum tekur móti Kongsvinger á heimavølli. Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, og sum fær Jóannes Bjartalíð og Brand H. Olsen uppí hópin seinni í vár , Fredrikstad spælir á útivølli móti Kristiansund. Liðið hjá Meinhardi E. Olsen, Mjøndalen tekur móti Åsane á heimavølli, og liðið hjá Gullbrandi í Horni Øregaard, Sandnes ULF tekur móti Skeid á heimavølli.
Hjá veddingarfyritøkunum er Fredrikstad saman við Jerv triðhægsti favoritturin at vinna deildina. Bert Kristiansund og Start Kristiansand hava lægri odds upp á at vinna deildina.
Veddingarfyritøkurnar hava Mjøndalen at enda á einum áttanda plássi, og Sandnes ULF at enda á einum 10. plássi. Veddingarfyritøkurnar hava Bryne at enda á einum ellinta plássi. Sambært veddingarfyritøkunum skuldi ikki verið vandi fyri, at nakað føroyingalið flytur niður í triðbestu deildina.
16 lið eru í OBOS-liguni. Spældir vera 30 dystir, 15 heima og 15 úti. Tvey tvey ovastu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina, meðan liðini sum enda millum triðja og sætta plássið spæla Play Off dystir um rættin at flyta upp í bestu deildina. Tvey tey niðastu liðini flyta niður í triðbestu deildina, og tað triðaftasta liðið spælir Play Off dystir um at sleppa undan niðurflyting.
Spennandi verður at fylgja Mikkjali og teimum seks føroysku leikarunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.