Kapping um verjuplássini

Enska stórfelagið, Liverpool hevur havt trupult við at fingið verjuna at virka til fulnar. Skaðar og annað hava tarnað samanspælinum, og nú hevur venjarin, Rafael Benitez valt at keypa Martin Skrtel, ið dagliga spælur í Russlandi

Liverpool heinta tann slovakiska verjuleikaran, Martin Skrtel i russiska Zenit Skt. Petersburg, og tað verður harðari kapping um plássini í miðverjuni. Slovakin, Skrtel kemur at kappast um plássini við Jamie Carragher, Daniel Agger og Sami Hyypiä.


Skrtel hevur tey síðstu trý árini spælt í russiska Zenit Skt. Petersburg, og nú slær hann metið hjá dananum, Daniel Agger, sum dýrasti verjuleikari í søguni hjá Liverpool. Agger kostaði um 63 milliónir, meðan prísurin á nýggja manninum á Merseyside, sambært Ekstra Bladet, er á leið 70 milliónir.


191 cm. høgi og 23 ára gamli Skrtel verður róptur ein av mest lovandi verjuleikarunum í Europa. Hann er longu komin til Liverpool og skal skjótast gjørligt gjøgnum eina læknakanning, ið vanligt er. Og gongur alt eftir vild, fáa vit Skrtel at síggja móti Middlesbrough um vikuskiftið.


Daniel Agger hevur verið nógv skaddur, og venjarin, Rafael Benitez veit ikki, nær hann aftur hevur danan kláran til dyst. Annan jóladag varð so eisini Hyppiä raktur av einum skaða. Hetta hevur fingið Benitez at keypt unga slovakan, sum ikki bert verður sikrings leikari, men desideraður kappingarneyti.


Rick Parry frá stjórnini í Liverpool var sambært heimasíðu felagsins, í Russlandi í vikuskiftinum, har avtalan við Zenit, í veruleikanum varð avgreidd.