Kapping um ársins talent

Í dag byrjar ein undirhaldandi og forvitnislig kapping á netinum, har øll tey kviku, gløggu og hepnu sleppa at royna seg í spennandi og øðrvísi dysti um fleiri góðar vinningar og heitið at gerast Ársins Talent! Nógvir føroyingar, eins og útlendingar, hava longu fingið ein forsmakk uppá on-line útgávuna, sum hevur verið atkomuligt, síðani TALENT  kom til landið. Spælið er nú dagført við nýggjum spurningum, uppgávum og kykmyndum. Sjálv kappingin byrjar fríggjadagin 14. desembur og í eina heila viku verður møguleiki at royna síni evni og vitan handan telduskýggjan.

Síðani Talent kom á marknaðin hevur sjálvt brettspælið og on-line útgávan havt stóran áhuga millum manna og fleiri túsund brúkarar úr nógvum ymiskum londum hava loggað á og svarað spurningum, so okkurt bendir á, at nógv  vitjandi fara at gera sær dælt av møguleikanum nú ein verulig kapping er á skránni. Fríggjadagin 21. desembur verður ?Ársisns talent? kosið á Portalinum og tey kringastu og stinnastu í spælinum vinna uttanlandsferð, fartelefon, umframt tey fimm ovastu, ið fáa vælumtókta familjuspælið Talent í jólagávu.

Tað eru Knassar, sum saman við felagnum Talent, ið skipa kappingina. Meira um Talent og um sjálva kappingina er at finna á talent.fo