Núverandi kirkja er í verandi líki ikki hóskandi og nøktar ikki tørvin. Samstundis tørvar henni munandi umvælingar.
Mett verður, at tað vil kosta munandi upphæddir at umvæla kirkjuna og samstundis gera hana meira hóskandi. Samstundis verður mett, at hóast hetta arbeiðið hevði verið framt, so høvdu umstøðurnar framvegis ikki verið nøktandi.
Tí er avgjørt at byggja eina nýggja kirkju og síðani at taka ta gomlu niður.
Nýggja kirkjan skal byggjast á sama øki sum verandi ella tætt við, men verandi kirkja verður standandi, til nýggja kirkjan er liðug.
Ætlanin er, at nýggja kirkjan skal gerast ein meira integreraður partur av býarumhvørvinum. Hetta kann gerast við eitt nú einum kirkjutorgi, sum bindur høvuðsvegin og kirkjuna saman.
Kirkjuøkið, ið hoyrir til Glyvra kirkju, umfatar Skipanes, Søldarfjørð, Lamba, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará og Runavík.
Samlaða upphæddin til virðislønir og keyp av uppskotum er kr. 300.000. Av hesum verður latin ein 1. virðisløn upp á 150.000 krónur.
Kappingarskráin fæst á heimasíðuni www.ark.fo, skrivar Arkotektafelag Føroya í tíðindaskrivi.