Kapping hvessir journalistisku avrikini

Politikarar ásanna, at tað var eitt mistak at leggja útvarpið og sjónvarpið saman, og nú siga fleiri, at ein redaktionell sundurbýting krevst. Hon krevst ikki bara á tíðindum. Tvær ymiskar programmleiðslur fyri sjónvarp og útvarp høvdu skapt neyðuga kapping um journalistiska innihaldið, og tíðin er komin, at kringvarpsstýrið fer at seta KvF neyvari faklig krøv

 

Uni Arge, journalistur

Fært tú ov nógv vald, verður tú ov maktfullkomin. Hetta vísir seg ferð eftir ferð, og hesa kensluna hava mong tingfólk nú av Kringvarpi Føroya, sum hevur vald til at bera fram eitt einasta sjónarhorn í øllum stórmálum gjøgnum útvarpið, sjónvarpið og internetið.

 

Fellur tú í ónáði hjá KvF, manst tú kenna teg prísgivnan, og tað hava fleiri politikarar gjørt seinnu árini. Serliga politikarar úr tí flokkinum, sum gekk á odda at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í 2004, men eisini kravdi, at KvF varðveitti tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir.

 

Politiska ynskið gekk ongantíð út. KvF hevur í veruleikanum bara eina tíðindadeild, sum avtalar við seg sjálva, hvussu dekningurin skal vera í sjónvarpi, útvarpi og á netinum. Bara ein tíðindaleiðari er, men ymsir redaktørar standa fyri ymsu tíðindasendingunum hvørja ferð.

 

Haraftrat er bara ein programmleiðsla fyri útvarpið og sjónvarpið. Valdið, sum hesi leiðsluni er litið upp í hendi, er ikki minni enn valdið, sum tíðindaleiðslan hevur, tí programmleiðslan varðar av meginpartinum av útvarpsskránni hvønn dag og føroysku sjónvarpssendingunum við.

 

Stórt afturstig

Hetta merkir í veruleikanum, at ein einasti leiðari situr við endaligu avgerðini um, hvat skal í skránna hjá almenna útvarpinum og sjónvarpinum. Vil tann persónurin t.d., at sjónvarp skal hava mestu pengarnar, endar útvarpið sum ein viðfáningur. Og leiðsluleyst at kalla.

 

Hetta er eitt stórt afturstig samanborið við, tá sjónvarp og útvarp vóru hvør sær. Tá høvdu vørpini hvør sín stjóra, hvør sína tíðindadeild og hvør sín programmleiðara. Sjónvarpsfólkini kýttu seg at gera munagott sjónvarp, og útvarpsfólkini kýttu seg at gera fjølbroytt útvarp. Við sál og samleika.

 

Samstundis sum hendan kappingin gjørdi um seg, var nógv lív í privatu miðlunum. Tvey bløð komu út fimm ferðir um vikuna og høvdu væl mannaðar redaktiónir, sum kundu standa útvarpinum og sjónvarpinum kurl. Nú er alt øðrvísi. Bløðini eru veikari enn nakrantíð.

 

Talið á størvum í føroyska fjølmiðlaheiminum er minkað niður í eina helvt síðan 2007, m.a. tí útvarp og sjónvarp eru nógv tódnað við KvF. Ein hópur av væl skikkaðum journalistum og miðlatøkningum virkar tí á privata marknaðinum. Mong gera tað við hepni, tí tey duga.

 

Í fleiri førum ber til at siga, at tilfarið, sum fjølmiðlafólk á privata marknaðinum gera, er minst líka gott og eisini betri enn tað, ið verður skapt í KvF, serliga um hugt verður at, hvussu lættliga verður farið um nógvar útvarpssendingar.

 

Valdssavning hjá fáum

Miðlaútboðið er seinnu árini nógv einsrættað. Einsrættingin stendst av, at ongin kapping er um vinklarnar hjá almenna sjónvarpinum og útvarpinum, at bløðini eru nógv viknað, og at ongin skipað leið er hjá professionellum miðlafólkum í privatari vinnu inn á KvF-pallin við nýskapan.

 

Úrslitið er, at smala KvF-leiðslan við sínum valdi á almenna sjónvarpinum, útvarpinum og netsíðuni kann enda sum ein forðing fyri, at týðandi fakligar og kreativar kreftir sleppa at gera almenna fjølmiðlaútboðið í Føroyum fjølbroyttari og munabetri.

 

KvF-leiðslan kann undir verandi skipan vera kompetent ella ókompetent. Fyri hana sjálva er púra líkamikið, hvat hon dugir og megnar, tí hon hevur valdið kortini. Hon situr á atgongdini til tíðindini í KvF, til øll programmini í útvarpi og sjónvarpi og til almennu netsíðuna. Suverent.

 

Í roynd og veru er ein so stór valdssavning á miðlaútbonum í tí alsamt viknandi føroyska miðlalandslagnum ein vanlukka, tí miðlatilfarið, ið almenningurin fær, verður ov einsháttað, stundum ov líkasælt og ofta ikki nóg væl fakliga grundað. Tí krevst ein útpurring.

 

Kapping krevst

Ein góð útpurring er at skapa kapping um journalistiska tilfarið. Kapping um tíðindir, kapping um sendingar og kapping um nýggjar hættir at brúka heimasíður, sosialar miðlar o.a. Eitt redaktionelt uppbýti av almennu tíðindadeildini og programmdeildini er ein fortreyt fyri hesi kapping.

 

Hetta uppbýtið nýtist ikki at merkja, at onki samstarv er. Samstarvast kann um søvnini, umsitingina og stórar hendingar og sendingar, sum útvarp og sjónvarp kortini samstarvaðu um, tá tey vóru hvør sær. Plattformurin til netið kann vera felags, men við ymsum síðum.

 

Politikarar hava, nú teir vilja hava KvF býtt sundur í fleiri redaktionellar eindir, ásannað, at styðjast skal eisini upp undir privatu redaktiónirnar við pengastuðli. Tað almenna sigur við nýggja uppskotinum, at fjølbroytni krevst. Demokratiskt fjølbroytni. Og tað er rætt.

 

Bæði fyri innihaldið og fakligu menningina er kapping betri enn tann valdssavning, sum nú er hjá nøkrum fáum í KvF. Um ein sundurbýting verður framd, má tó syrgjast fyri, at ymsu eindirnar verða styrktar, so fleiri fakfólk verða sett í sjónvarpi og útvarpi. Tí miðlaheimurin tódnar skjótt.

 

Haraftrat eigur at verða sett út í kortið, at t.d. 15-20 prosent av pengunum, sum KvF ræður yvir, verða brúkt til at keypa tilfar frá privatum. Hetta kunnu vera serligar sendirøðir, barnatilfar, ungdómstilfar, nýroyndir av ymsum slag og ítróttasendingar.

 

Lógin fyri skotum

Løgtingið hevði fyrr í mánaðinum aðalorðaskifti um public service-sáttmálan. Orðaskiftið endaði sum ein lemjandi atfinning at verandi grundarlagi undir KvF, og landsstýriskvinnan fekk greiða fatan av, at sjálv kringsvarpslógin skal yvirhálast. Hesa yvirháling umhugsar hon at fremja.

 

Samstundis eigur landsstýriskvinnan saman við Fróðskaparsetri Føroya at bera so í bandi, at ein føroysk miðla- og journalistútbúgving verður sett á stovn. Hon skuldi fyri langari tíð síðan verið komin og kann sameinast við tílíkar útbúgvingar uttanlands, so útsýnið altíð verður vítt.

 

Í KvF má eisini setast tann treyt, at áðrenn fólk verða sett við mikrofonina, mugu tey hava skipaðavegleiðing oglærdóm. Fleiri dømi eru um, at fólk koma inn sum óútbúgvin ella teknikarar og enda sum programmfólk, meðan útbúgvin ongar møguleikar hava á KvF-pallinum.

 

Í tí frammanundan viknandi fjølmiðlalandslagnum skapar hetta fakliga líkasælu. KvF sjálvt ger fjølmiðlatilfar til suss og dregur virðingina úr journalistikkinum sum faki. Tíðin er komin at seta krøv, og krøvum og umskipanum skulu landsstýriskvinnan og kringvarpsstýrið standa fyri.

 

Hetta er onnur kronikkin í røðini um journalistikk og miðlar