Kapping fyri brekað á Eiði

Leygardagin 20. oktober klokk­­an 13 verður skipað fyri Eik Cup á Eiði. Eik Cup er ít­r­ótt­­ar­tiltak fyri brekað, sum ítrótt­ar­fel­agið Svanur skip­ar fyri.

Á tiltakinum, sum verður í ítrótt­arhøllini, verður kapp­ast í boccia og mini golf, men mið­­að verður eisini ímóti at fáa eina hugnaliga løtu utt­a­n fyri kappingarnar, har okk­urt verður til matna.

Hetta verður fjórða ferð, at skip­að verður fyri Eik Cup, og eins og undanfarin ár hava fyri­reikararnir valt at hava til­takið í ítróttarhøllini á Eiði, har umstøðurnar eru góð­ar til slík tiltøk.
 
Svanur, sum varð stovnað í 2009, er ítróttarfelag teirra brek­aðu í Eysturoynni. Fel­ag­ið hev­ur til end­a­máls at kveikja áhuga fyri og menna ítróttin fyri brek­að fyri soleiðis gera gerand­is­­dag­in meira virknan og inn­i­halds­rík­an.

– Eik Cup er størsta ein­staka tiltakið hjá Svani og hev­ur verið væl vitjað – ikki bara av fólki úr Eysturoynni, men úr øllum landinum, og fyri­reik­ar­arnir vóna, at síggja nógv fólk á kappingini hesa­ferð.

Fleiri upplýsingar um Svan og Eik Cup 2012 eru at finna á heimasíðuni svanur.fo.