Kapping er um formanssessin

Tvey formansvalevni eru til aðalfundin í Maskinmeistarafelagnum. Verandi formaður, Páll Hansen, stillar uppaftur og Jógvan Nybo, sum áður hevur verið formaður í felagnum, hevur eisini latið seg stilla uppaftur

Aðalfundur

 

Meðan Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands halda sínar landsfundir og aðalfundir millum jól og nýggjár, verður ársaðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum hildin 7. mars.

Á skránni til fundin hjá Maskinmeistarafelagnum verða tey vanligu málini, men hesaferð bjóða tvey valevni seg fram til formanssessin í felagnum.

Síðan freistin at stilla upp til formansessin var úti, er greitt, at verandi formaður, Páll Hansen, letur seg stilla upp aftur.

Jógvan Nybo, sum áður hevur verið formaður í Maskinmeistarafelagnum, stillar eisini upp, og soleiðis verður kapping um formanssessin.

Sambært lógum felagsins kunnu valevni til nevnd stillast upp fyri 15. desember 2008, men nevndarvalevni kunnu eisini stillast upp á sjálvum fundinum.

Á aðalfundinum 7. mars standa verandi nevndarlimir, Regin Olsen og Jørgin Mørkøre, fyri vali.

Maskinmeistarafelagið sigur á síni heimasíðu, at limir, sum ikki vænta at verða heima, tá aðalfundurin verður, kunnu atkvøða við brævatkvøðu á skrivstovu felagsins, sum er opin gerandisdagar millum klokkan 9 og 16. Tað eru virknu limir felagsins, ið hava goldið limagjald fyri 2008, sum hava atkvøðurætt.

Uppmøtingin til aðalfundin í Maskinmeistarafelagnum plagar vanliga ikki at vera serliga góð í mun til limatal felagsins, men kanska fer kappingin, sum nú verður um formanssessin, at fáa fleiri limir til fundar.