Tummas í Garði sigur, at privata sjúklingartryggingin er ein gongd, sum vit kenna frá grannalondunum, og sum ikki kemur dátt við hjá honum.
- Hetta er eitt slag av privatisering, sum vit mugu taka til eftirtektar og laga okkum eftir, tí kapping eigur altíð at gagna brúkaranum og at elva fram betri tænastu og góðsku, sigur Tummas í Garði, sum kortini ikki vónar, at privata sjúklingtryggingin fer at hava amerikanskar tilstandir við sær, har tey, sum ikki hava ráð, mugu lata sær lynda við vánaligari góðsku og tænastu.
- Vit hava eina heilsuskipan, sum onnur lond síggja upp til og eftirlíkna, og hana haldi eg, at vit politiskt eiga at verja, sigur Tummas í Garði.
Kann lækka støðið
Her og nú kann hetta hava við sær, at trýstið á føroyska heilsuverkið lætnar, meðan vandin er, at peningur, sum kundi verið brúktur uppá almenna heilsuverkið, nú verður kanaliseraður niður á meginlandið, sigur Tummas í Garði.
Og hann undrar seg eitt sindur um, at talan bert verður um at senda fólk av landinum, tí kanska hevði borið til, at fingið í lag eina samstarvsavtalu við føroyska heilsuverkið, har Trygd kundi brúkt og goldið fyri tænastur her á landi.
- Ein stórur vansi kann blíva, at um fólk í alt størri mun fara at brúka útlendskar heilsutænastur, so undirgravar tað okkara førleikar og lækkar um rutinurnar hjá okkara serlæknum. Sostatt er vandi fyri, at tænastan og góðskan á summum økjum lækkar, og hetta kann vera ein óhepping gongd, alt meðan vit frammanundan hava ilt við at fáa skikkað starvsfólk at manna størvini á sjúkrahúsverkinum.
Politisk fokus
Tummas í Garði heldur, at ein av avleiðingunum av privatu sjúklingartryggingini eigur at vera, at meira politiskt fokus verður sett á heilsuverkið í Føroyum sum heild.
- Tí tað er ein sannroynd, at vit framhaldandi skulu taka okkum av akuttum tilburðum her heima, samstundis sum vit eiga at umhugsa, um vit í størri mun eiga at senda meira krevjandi viðgerðir til onnur lond, sigur Tummas í Garði, sum í hesum sambandi nevnir, at tað ikki bara er Ríkissjúkrahúsið vit hugsað um, tá vit senda fólk av landinum.