Donsku stórfyritøkurnar MT Højgaard og FL Smidt kappast saman við fleiri altjóða fyritøkum, um at sleppa at gera stórarbeiði í Eysturgrønlandi.
Tað er kanadiska felagið Quadra Mining, sum hevur ætlanir um at útvinna málmin ?molybdæn? í Eysturgrønlandi.
Tað er talan um stórsáttmála. Tí talan er bæði um nám, vegir, havn og flogvøll, sum skal byggjast í Eysturgrønlandi, í peningi er talan um eina íløgu uppá 5 milliardir krónur, skriva Business.dk og KNR.gl.
Quadra Mining, sum eigur kopar og gullnám í USA og er børs-skrásett í Toronto, ætlar at gera íløgur fyri 5 milliardir krónur í eitt nám. í ?Malmbjerget? sum liggur norðanfyri Illoqqortoormiut.
?Molybdæn? verður nýtt til at styrkja stál við. Við núverandi prísum, verður mett, at kunna framleiða fyri 3,5 milliardir krónir um árið í ætlaða náminum í Eysturgrønlandi. Í fjallinum er málmur, sum svarar til framleiðsl í 20 ár.