Kappast um at verða ársins síðu-9 genta

Føroyska Victoria Wild er ein av kvinnunum, sum kappast um at gerast ársins síðu-9 genta hjá Ekstrablaðnum. Vinnur hon kappingina skulu pengarnir brúkast til nýggjar boppur. Føroyski stripparin Victoria Wild er ein av 12 kvinnum, sum í hesum døgum kappast um at verða ársins síðu-9 genta hjá Ekstrablaðnum í fjør.

 

Ekstrablaðið hevur í nógv ár havt fastan tátt við síðu-9 gentum í blaðnum, og hvørt ár verður eisini ársins síðu-9 genta kosin.

 

Føroyska Victoria Wild, sum býr í Keypmannahavn, var í Ekstrablaðnum í februar mánaði í fjør, og hon heitir á fólk um at atkvøða fyri sær.

 

- Ein atkvøða fyri mær er eisini ein stuðul til nýggju boppurnar, sum eg skal hava. Eg havi í løtuni eina F- ella H-skál, men nýggju boppurnar skulu verða tvífalt so stórar, sigur hon við Ekstrablaðið í dag.

 

Meira kann lesast um Victoriu Wild her:

ekstrabladet.tv/flash/article1485064.ece