Kappast í inniróðri

Um ein góðan mánað, leygardagin 27. februar, skipar Havnar Róðrarfelag fyri nýggjari kapping í inniróðri. Formula.fo-kappingin, sum hon eitur, verður skipað og navngivin í samstarvi við høvuðsstuðulin. Talan er um kapping fyri bæði einstaklingar og lið, og kappast verður í seks aldursbólkum, umframt at opni bólturin verður í tveimum vektflokkum. Tilmelding fer fram á www.drekin.fo.