Rithøvundafelagið, Norðurlandahúsið og Nám skipa aftur í ár fyri skrivikapping millum næmingar í 9. flokki.
Endamálið við kappingini er at eggja ung at vera skapandi við orðum. Øll sløg av teksti kunnu vera við í kappingini, einasta krac er at teksturin í mesta lagi er 7200 tekn.
9. flokkarnir í øllum landinum hava fingið kunningartilfar um kappingina, og teir verða millum annað bodnir til ein spennandi kveikingardag í Norðurlandahúsinum mánadagin 26. januar 2015, har rithøvundarnir Petur Pólsson, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Oddfríður M. Rasmussen og Rakel Helmsdal fara at hava verkstovur.
Ein dómsnevnd finnur fimm vinnaratekstir umframt tekstir til ein bókling, sum Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva út í felag. Avdúking av vinnarum og bókaútgáva verður á Býarbókasavninum í Havn á altjóða bókadegnum 23. apríl. Nærri fæst at vita seinni.
Í dómsnevndini verða umboð úr Mentamálaráðnum, Móðurmálslærarafelagnum, Rithøvundafelagnum og Bókadeild Føroya Lærarafelags umframt Námi.
1., 2. og 3. vinningur er skriviskeið eina viku á Biskops Arnö í Svøríki summarið 2015 við 1250 kr. í lummapengum. 4. og 5. vinningur er eitt árshald í Bókaklubbanum UNG.