Kappast í estetiskum fimleiki um vikuskiftið

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki verður í Runavík leygardagin

 

Føroya Fimleikasamband skipar leygardagin fyri fyrru steypakappingini í estetiskum fimleiki í Ítróttarhøllin í Runavík.

 

Kappingin byrjar klokkan 13, og 23 lið hava meldað til við pinkum, smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

 

Tað verða bæði a og b lið, men tó øll liðini luttaka á sama støði.

 

Feløgini sum luttaka verða Støkk av Glyvrum, Flog úr Fuglafirði, Ljósið og Havnar Fimleikafelag úr Havn.

 

– Kappingin verður bara leygardagin. Hetta fara vit at royna – sjálvt um nógv lið luttaka – og verður skipað soleiðis: fyrst verða tað pinkur, smágentur og gentur sum kappast, síðani verða heiðursmerkini handað teimum, og kappingin heldur síðani fram við kvinnuunglingum og kvinnum, sigur Føroya Fimaleikasamband.

 

Sum framsýningarlið verður eitt pinkulið og eitt fyrrverandi kappingarlið bæði frá Havnar Fimleikafelag.

 

Tað verða 11 dómarar til kappingina, og hjálparfólkini verða frá Støkk.