Kappast í at eta hot wings

Tað verður kappast í bæði einum og øðrum, og nú um dagarnar var ein etikapping á skánni í Philadelphia. Wing Bowl kallast kappingin, har tað snýr seg um at eta flestar hot wings  kryddaðar høsnarungaveingir.

Kappingin verður verið hildin 14 tey seinastu árini, og stórur áhugi er fyri at hyggja og fylgja við kappingini.
Luttakararnir fingu 30 minuttir til at eta í, og so ráddi um at finna rætta flogið
Joey »Jaws« Chesnut vann kappingina, og tað gjørdi hann, tí hann kláraði at eta 173 veingir innan 30 minuttir.
Nógv verður gjørt burtur úr undirhaldinum til Wing Bowl, og luttakararnir fáa góða hjálp frá lættkløddum kvinnum, sum heppa á teir.