Kappaðust um bestu tatoveringina

Tað verður kappast í bæði einum og øðrum, og fyrr í vikuni var MBK Tattoo Contest í Bangkok.

Fólk  bæði kvinnur og menn  við øllum hugsandi tatoveringum vóru við í kappingini, og mánadagin vístu fólkini seg fram í einum keypsskála í Bangkok. Næsta 60 fólk vóru við í kappingini, og tað vóru nógvar stórar og sermerktar tatoveringar at síggja á fólkunum. Fólk munnu neyvan verða á einum máli um, hvørt hetta er kropsprýði ella ikki, men í øllum førum eru tað tey, sum gera nógv av við at tatovera kroppin hjá sær. (Mynd: Scanpix)