Komandi týsdag, 31. mars, fer bólkurin KapKazz and the Poulsens at spæla á Hvonn. Oddakvinnan í bólkinum er Konni Kass Jacobsen Komandi týsdag, fer bólkurin KapKazz and the Poulsens at spæla á Hvonn. Oddakvinnan í bólkinum er Konni Kass Jacobsen, ið syngur og leikar á saxofon, Barður Reinert Poulsen spælir bass, Mattias Dimitris Kapnas leikar á klaver og Jan Rúni Poulsen situr aftanfyri trummurnar.
Hesi ungu stjørnuskot eru, hóast teirra unga aldur, rættuliga roynd á føroyska tónleikapallinum. Konni hevði millum mangt annað ein av høvuðsleiklutunum í Hair leikinum, eisini hevur hon spælt við bólkinum Budam. Bárður Reinert Poulsen hevur verið virkin í ymsum samanhangum. Mattias, ið gongur á triða ári á miðnámsskeiðnum hjá Tórshavnar Musikkskúla, hevur millum annað verið klaverleikari í Klintrimus, ið er at síggja í Sjónleikarahúsinum. Jan Rúni hevur drúgvar royndir. M.a. er hann fastur percussionleikari í Føroya Symfoni Orkestri.
Bárður, Konni og Jan Rúni eru eisini partur av Tórshavnar Stór Bandið! Føroya einasta Stór Band
Tónleikurin byrjar kl 21 og væntandi verður sera nógv fólk, so fólk mugu vera í góðari tíð, um tey ynskja sær eitt gott stað at sita!
Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, tað er tað.