KapKass and the Poulsens á Káta Horninum

Herfyri fóru fýra unglingar undir at stovna eina jazz-kvartett. Eftir at hava spæla saman í fleiri samanhangum, var tíðin komin at fara eitt stig víðari. Eftir at hava gingið á musikkskúlum og spælt saman í ymsum samanhangum, eitt nú Tórshavnar Stórbandi í fleiri ár, var tíðin komin til at fara eitt stig víðari. Endamálið var at spæla málrættaðan jazztónleik, soleiðis at tað ikki altíð bert var ein jam-session, har tónleikararnir møttu upp og ?jammaði?, men har tað varð arbeitt meiri miðvíst við tilfarinum. Fyribils eru løgini lænt frá gomlum og kendum jazztónleikarum, men ætlanin er seinni at borðreiða við egnum løgum.

 

Manningin:

Konni Kass Jacobsen, vokal og sax

Mattias Kapnas, klaver

Bárður R. Poulsen, kontrabass

Jan Rúni Poulsen, trummur