Við at geva loyvir í 10 ár, loyvir landsstýrið tí persóninum, sum hevur loyvið, at selja rættindini næstu 10 árini. Gevur loyvið eitt stórt avkast tey 10 árini, so kann loyvishavarin selja skipið við loyvinum fyri stórar upphæddir. At selja inntøkurnar í nógv ár í framtíðini til marknaðarvirðið nú, verður nevnt kapitalisering. Av tí at fiskivinnuskipanin gevur einkarrættindi, verður luftasliga alt ov stórt yvirskot í hesum reiðaríunum, sum fáa fiskiloyvini, og tað eru nøkur fá, sterk reiðarí, sum hava stødd til at fiska allan fiskin.
Innan uppisjóvarvinnuna fáa nakrir fáir aktørir fiskirættindi ókeypis, sum hava eitt mett avreiðingarvirði á 2,2 milliardir.