Kapellið við Velbastaðvegin í Havn er vorðið høvuðsumvælt, og hava vit fingið nærum eitt spildurnýtt kapell. Tað var bygt í 1951 og var tað H.C.W Tórgarð, sum teknaði tað. Ætlanin var at byggja eitt kapell, sum var kommunalt og kundi brúkast av øllum trúarsamfeløgum til jarðarferðir.
Fyrst í sjeytiárunum varð arbeitt við eini ætlan um at víðka kapellið, men manglandi fígging gjørdi, at hetta varð ikki gjørt fyrr enn um 1980. Síðani á vári 2006 hevur so verið arbeitt við at at umvæla kapellið. Byggifelagið Guttessen og Staksberg hevur staðið fyri meginpartinum av arbeiðinum. Nógvar og stórar umvælingar eru gjørdar bæði uttan og innan. Eitt nú eru útveggirnir sandblástir, pussaðir við mørtli og málaðir. Gólvið er umvælt og hiti er lagdur í. Á gólvið eru lagdar basaltflísar.
Gamlan tekjan, sum var úr aluminium, er skift út við skifur. Loftið er bjálvað. Spírið, sum var rustað fast, er sandblást, málað við skipslakki og kúlan løgd við gulli. Nú melur spírið aftur.
Frammi í kórinum hongur ein nýggj Flosljósakrúna. 10 nýggjar lampur av slagnum Thorn Fatamorgana hanga niður úr loftinum. Eisini hevur kapellið fingið nýggja hoyriútgerð.
Kapellið hevur fingið 32 nýggjar beinkir. Tað er Sverri Hansen, arkitektur, sum hevur sniðgivið beinkirnar, sum eru úr eikiviði. Á setrunum eru pútur klæddar við svørtum leðri.
Í sambandi við móttøkuna í gjár varð lítil hátíðarliga løta við tónleiki og sangi. Finngerð Djurhuus Olsen og Jóhanna Sofía Petersen spældu uppá trompet, Dupultkvartettin í Ebenezer sang og var felagssangur við orgulfylgispæli við Ívar Iversen. Eisini segði Bjarni Bæk, dómpróstur nøkur orð um kapellið.