Kapasiteturin í norsku fiski-og alivinnuni ov stórur á øllum økjum

Norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, dregur somu línu sum norsku bankarnir, ið fíggja fiskivinnuna.
- Kapasiteturin er ov stórur á øllum økjum, bæði innan veiði, ídnað og alivinnu. Neyðugt er við tillaging til tær umstøður, ið eru


Noreg

Tíðliga í juni hevði norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, fund við størstu bankarnar í Noregi, sum eru við í fíggingini av norsku fiski-og alivinnuni. Evnið á fundinum, sum var á skrivstovuni hjá fiskimálaráðharranum, var kreppan í norsku vinnuni.
  - Likviditetsskipanir er ikki loysnin, tí slíkar virka kappingaravlagandi. Kapasiteturin er ov stórur á øllum økjum, bæði innan veiði, ídnað og alivinnu. Neyðugt er at tillaga kapasitetin til marknaðin.
  Fiskivinnuni tørvar ikki "hestakurar", og trupulleikarnir eru ikki eitt norður-norskt fyribrigdi, men fevna um alla norsku strondina.
  Norsku bankarnir halda, at ein nýggj skipan fyri flotan á nærleiðum hevði verið eitt stig á røttu leiðini hjá veiðiliðnum. Teir síggja hetta sum eina tillaging til rávørugrundarlagið, sum longu er farin fram hjá langfaraflotanum.

Samljóð

Áskoðaninar hjá bankunum samsvara væl við málini í politikkinum hjá Svein Ludvigsen, fiskimálaráðharra.
  Eisini í spurninginum um 50 laksaloyvi, sum eru leys at søkja, fær Svein stuðul frá bankunum. Hesi loyvi kosta teimum, sum vilja keypa tey og fara undir aling, 4-5 milj. krónur hvørt.
  - Bankarnir søgdu, at teir vilja ikki verða við til at fíggja loyvir, har lønsemi ikki er nóg gott. Hesa áskoðan havi eg eisini. Er grundarlag ikki fyri nýggjum loyvum, verða tey heldur ikki latin. Tað verður eingin missur fyri nakran, um óbrúktu laksaloyvini ikki verða seld. Vil eingin hava tey, verða tey standandi óbrúkt, sigur fiskimálaráðharrin.

Bankarnir samdir

Norska fiskivinnuumsitingin fer nú at viðgera tað, sum bankarnir søgdu á fundinum.
  - Bankarnir rópa ikki upp um kreppu, men teir viðganga, at norska fiski-og alivinnan er í eini truplari støðu, sigur Svein Ludvigsen, sum er talsmaður fyri tillaging í norsku fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi.
  Tað vóru teir stóru bankarnir í Noregi, sum eru kendir í fiskivinnuhøpi, sum hendan dagin í juni fundaðust við Svein Ludvigsen, fiskimálaráðharra.
  Bankarnir vóru samdir um tær stóru linjurnar mótvegis vinnuni.