Kap Farvel selur væl

Bókin "Teir tóku kjansin - søgan um Kap Farvel" hjá Birgiri Waag Høgnesen selur væl. Birgir sigur, at forlagið hevur so gott sum ongar bøkur eftir. Hann er fyrsta bókin, hann hevur skrivað, so hann er positivt yvirraskaður av móttøkuni, bókin hevur fingið. Í farnu viku var bókin á 5. plássi á listanum hjá Bókasøluni í SMS.