Kaos í fullveldismálinum

Varaløgmaður heldur seg hoyra, at nú er gong komin á fullveldistokið, sum hann tekur til. Sum aðrir fjøldarvillarar er hann raskur at brúka líknilsir og myndir. Men heldur er tað luftin í fullveldisballónini, sum spakuliga futtar út í tóman heim.

Varaløgmaður heldur seg hoyra, at nú er gong komin á fullveldistokið, sum hann tekur til. Sum aðrir fjøldarvillarar er hann raskur at brúka líknilsir og myndir. Men heldur er tað luftin í fullveldisballónini, sum spakuliga futtar út í tóman heim.

Annað samráðingarumfar er av, og støðan er kritisk. Samgongan hevur ilt við at halda sama stev. Summir partar lata so smátt seyra út, at tey erkenna, at ov nógvar feilmetingar hava verið og mistøk eru gjørd. Lat okkum hugsa okkum um einaferð aftrat, ljóða spakmæltar røddir.

Samráðingarnevndin fekk kaldasveitta, tá tað gjørdist klárt (enn eina ferð), at danska stjórnin aldeilis ikki helt seg verða forpliktaða at lata blokkstuðul, hvørki í 5, 15 ella 50 ár. Vilja føroyingar loysing, so taka onnur sum givið, at teir eru til reiðar at taka fullu ábyrgdina. Men fyri at alt skal ganga skilagott fyri seg í skilnaðarstundini, so verður blokkurin trappaður niður yvir eini 3-4 ár. Hetta er stjórnartilboðið. Og hetta hevur Landsstýrið vita av líka síðani Juni-avtaluna fyri tveimum árum síðani. Tað varð ikki beinleiðis skrivað, men bleiv sagt so týðiliga, at stjórnarblaðið Aktuelt kundi referera tað frá álítandi keldu.

Men hví ikki kappa alt fyri eitt? Tjóðveldismenn og fyri ein part eisini fólkafloksmenn hava jabbað um, at blokkurin bara var skaðiligur, hann hevði spillandi árin á føroyska búskapin. Nevndir hava gjørt rapportir um ?peningarenslið? millum londini og mangt annað. Óli B. hevur alment sagt tey mergjaðu orð, at ?bloktilskudet kommer bare til Færøerne, for at vende på en tallerken, og siden ender det bare i danske lommer?. Eg skal ikki belæra hann og aðrar um, at pengar ?enda? ongastaðni. Tað veit hann sjálvandi. Men politikkarar føla seg ofta kallaðar til at frambera slíkt svass. Allir pengar cirkulera, eisini teir sum td. Fiskasølan fær fyri at selja føroyskan fisk. Heldur ikki hesir pengar ?enda? í Føroyum.

Í seinasta samráðingarumfari vóru tvey ting, sum kiksaðu fullkomiliga. (Ein misskilti støðuna og helt, at tað ljóðaði sum eitt futt-futt-tok fór í gond). Áðrenn nakað var komið burturúr samráðingunum, kravdi Landsstýrið at Danmark skuldi skriva undir uppá bindandi avtalu um samarbeiði á øllum økjum, næstan sum tað hevur verið undir Heimastýrinum. Hetta skuldi henda áðrenn nakar hevði hóming av, hvussu samráðingarnar annars fóru at enda. Hetta krav Landsstýrisins fall til jarðar. Aftur ljóðaði eitt futt, men ivi var nú millum manna. Hvønn vegin futtaði fullveldistokið?

Tað næsta sum kiksaði, ferð at koma aftur um brekkur. Alt modellið, fullveldis-konstruktiónin, fekk eitt skot fyri bógvin. Tað lak sum sáldið. Pínligar pausur komu, tá Landsstýrið ikki var ført fyri at svara og konkretisera tær leysu orðingarnar í Sáttmálauppskotinum.

Hvørjar uppgávur og skyldur skal Drottningin hava sum monarkur í tveimum suverenum fullveldum? Skal hon eisini undirskriva løgtingslógir eins og hon undirskrivar fólkatingslógir? Vorðið sum republikanarar, sum tvíhalda um monarkiið!

Alt tos um dupultan statsborgaraskap bleiv kveistrað av borðinum. Verður tað fullveldi, so fáa tit føroyskan statsborgaraskap. Tað átti at verið øllum greitt, men varaløgmaður og hansara menn hava livað í einari fantasi-verð. Og harvið eru einir 15-20.000 føroyingar búsitandi í Danmark avskrivaðir. Og føroyskir yvirmenn í danska handilsflotanum, fara helst at velja danskan statsborgaraskap. Sagt verður farvæl til túsund møguleikar, sum føroyingar hava í dag í felagsríkinum.

Hvussu hugsa tit tykkum valutasamarbeiði? Hvørjar skyldur skulu føroyingar hava í samarbeiðinum?? - Ja, umberið okkum, tað munnu embætismenn finna útav.

Eitt tað pínligasta var, tá spurt varð hvat Landsstýrið hugsar sær, har teir í uppritinum skriva, at tá fullveldið er proklamera, so ætlar Landsstýrið at út-delegera umsitingina av fleiri málsøkjum til tað danska embætisverkið. Sama embætisverk, sum higartil undir Heimastýrislógini hevur umsitið hesi mál. Hvat er meiningin? Hvat hugsa tit? Hvør hevur ábyrgdina í seinasta enda? Hvør grundlóg er galdandi? Skula danskir embætismenn leggjast undir føroyska rættarskipan og grundlóg??

Tøgn, kaldasveitti, tannagrísl. Handalaga ljóðaði eitt stutt og fesjandi futt, tá fullveldistokið steðgaði upp og slepti dampinum. Nú var einki trýst í ketlinum.

Átta tímar vóru nú farnir. Samráðingarnevndin var útlúgvað, máttleys, vildi bert sleppa avstað og heim. Men her kom Nyrup so aftur til hjálpar. Hann lovaði, at um føroyingar velja loysing, so skal hann nokk ringja til Kofi Annan á ST-borgini, og biðja hann bestilla eina flaggstong at seta upp í Nýggju Jorvík. Nú batnaði lagið eitt sindur. Hjá varaløgmanni vaks tað frá Small til XL. Nú bar til at fara heim til oyggjarnar, og billa fólki inn, at tað er fullveldistokið, sum aftur sigur futt-futt.

Ja, og meirilutin fyri fullveldisætlanini hjá varaløgmanni og hansara harkaliði veksur í hvørjum, - í Danmark væl at merkja. Í Føroyum er gongdin tann øvugta. Illa er atborið.


Rolf Guttesen

8.5.2000