Ein mótabloggur á føroyskum máli, við føroyskum sjónarhorni og við eftirnavninum ”.fo” er nú vorðin veruleiki.
Slíkir mótaportalar eru sera vanligir uttanlands, og at hyggja á tílíkar mótasíður er ein nógv nýttur háttur at leita sær íblástur og góð ráð. Ofta eru eisini bloggar tilknýttir, og fólk kunnu soleiðis samskifta um hvat hendir innan mótaheimin – og ofta við einum stuttligum undirtóna.
Onkur føroyingur stendur handan onkran líknandi blogg, men kaos.fo er tann fyrsti heilføroyski mótabloggurin, og tað er Elin Christiansen úr Havn, sum stendur handan síðuna.
Alt um móta
Á kaos.fo ber til at síggja og lesa um Catwalk, har skrivað verður um sniðgevar. Til ber at lesa um bæði teir heilt stóru, men eisini smærri sniðgevar, sum eru á veg fram. Tá stóru mótasýningarnar verða á skránni, verður sjálvsagt eisini ein hópur av myndum frá mótasýningum kring allan heim lagdar út her.
Til ber at klikkja seg inn á Íblástur, har myndir, tekstir ella annað kunnu geva íblástur til ein ávísan stíl.
Ein leinkja eitur Copycat, og har sæst, hvussu tú sjálv kanst gera tey pløgg, sum tú mást hava. Her fært tú góð ráð um, hvussu tú kanst spara hópin av peningi við at leita kreativu síðuna fram og samstundis klæða teg í tað nýggjasta nýggja.
Til ber eisini at fara inn á Gøtan, har myndir av vanligum fólki við ser-merktum stíli eru at síggja. kaos.fo fer at vera nógv úti við myndatólinum bæði í Føroyum og uttanlands, og alt, sum kann geva øðrum íblástur, verður lagt út.
Klædnaskápið hevur fokus á klæðir, klædnasamanseting og samanseting av litum. Her verða øll mást-hava víst, og íblástur fæst til, hvussu tú kanst blanda gamalt og nýtt, dýrt og bíligt.
Harumframt eru leinkjur til aðrar mótasíður og -bloggar, so tú sjálv kanst surfa víðari, og lata teg føra inn í mótaheimin á alnetinum.
Ætlanin er tó at broyta og menna síðuna so hvørt, og hetta er tískil ”bert” byrjunarmenu’in.
Útbúgvin til tað
Elin Christiansen úr Havn er kvinnan handan kaos.fo. Hon hevur altíð fylgt væl við í øllum, sum hendir innan mótaheimin, og tað fall henni tí nattúrligt at útbúgva seg tann vegin eisini. Í summar varð Elin liðug sum »Designteknolog«, ið er ein útbúgving innan sniðgeving og móta.
Men hóast Designteknolog er ein viðurkend útbúgving, ið gevur góðar møguleikar, so helt Elin fram at útbúgva seg. Nú lesur hon »multimedia-design«, ið millum ann-að gevur henni góðar førleikar at gera heimasíður.
Í stuttum kann tí sigast, at
kaos.fo er ein samantvinning av tveimum útbúgvingum og Elinsa stóra áhuga fyri móta.
– Eg havi sjálv nýtt slíkar heima-síður heilt nógv, og tað er ógvuliga vanligt at fólk innan mótavinnuna blogga og hava heimasíður, har tey skriva um hvat hendir á mótaøkinum. Eg helt, at tað kundi verið stuttligt at gjørt eina slíka føroyska síðu, har eg eisini kann skriva um mótan í Føroy-um og um føroyskar sniðgevar, greiðir Elin frá.
Hon leggur tó dent á, at hon vildi hava síðuna at venda sær til føroyska brúkaran, og tí skuldi hon sjálvsagt vera á føroyskum.
Elin hevur spælt sær við tankan leingi, og fyri umleið tveimum mánaðum síðani fór hon undir arbeiðið við síðuni.
– At byrja við var tað mest í spølni. Men eg tími hetta so mikið væl, og nú havi eg fingið navnið kaos.fo
frá fo umsitingini, so nú er síðan veruleiki, sigur Elin smílandi.
Hon leggur tó dent á, at hon eisini hevur fingið góða hjálp frá vinum til alt tað praktiska arbeiðið við at stovna síðuna, sum er bygd upp frá grundini.
– Eg kundi valt ta løttu loysnina og nýtt onkra av teimum mongu blogg-skabelónunum, sum liggja á netinum. Men so hevði tað ikki verið mín síða burturav. Nú havi eg ment alla síðuna, sum hon er, bæði logo, navn, skrift og útsjónd annars. Og hevði eg valt ta løttu loysnina, hevði síðan ikki kunna itið ”.fo”, og tað vildi eg hava, greiðir Elin frá.
Føroyingar fylgja við
Elin heldur, at tað er hent heilt nógv innan føroyska mótaheimin seinastu árini.
– Fyrr vóru vit langt aftanfyri, og man gleddi seg at sleppa uttan-lands, fyri at síggja hvat hendi og hvussu fólk klæddu seg. Men nú eru fleiri handlar í Føroyum, sum eru við í oddinum og sum hava tað allar nýggjasta. Og harumframt kanst tú keypa alt á netinum, so nú eru føroyingar nógv betri við enn fyri fáum árum síðani, staðfestir Elin.
Á kaos.fo verða eisini leinkjur til ymsar kendar sniðgevar, so tað verður lætt at klikkja seg víðari, tá keypitrongdin kemur á.
– Ofta senda tey ikki til Føroya, tá man keypir á netinum, men øll kenna onkran í Danmark, sum man kann biðja tey senda vøruna til, vísir Elin á.
Á kaos.fo verða leinkjur til heilt dýrar sniðgevar, men eisini til bíligari ketur so sum Hennes & Mauritz og Top Shop.
Sum heild fer nýggja mótasíðan tó ikki at vísa klæðir, sum vanliga føroyska kvinnan gongur í gerandis-dagar. Tað verður fremsti mótin og tað, sum brýtur frá, sum verður í fokus.
– Eg fari at leggja dent á tað óvanliga, og tey sum enda á leinkjuni Gøtan, verða tey, ið hava sín egna og sermerkta stíl, sigur Elin.
Ein byrjan
Enn er síðan á byrjunarstøði, og ætlanin er støðugt at menna hana og gera hana betri.
– Hetta er ein roynd, og vit mugu bara síggja, hvat síðan fer at mennast til. Ætlanin er at leggja okkurt nýtt tilfar út hvønn dag - helst fleiri ferðir um dagin. Men eg eri einsamøll um at gera tilfarið, og eg havi skúlan at passa eisini, so nú fáa vit at síggja hvussu langt ambitiónirnar røkka, sigur Elin, sum fer at nýta sína frítíð til kaos.fo
Sum frá líður kann tað verða møguligt at fáa lýsarar inn á síðuna, men av tí at eingin fyritøka er stovnað til kaos.fo, ber ikki til at fáa pening inn í verkætlanina enn.
– Um nakar áhugaður íleggjari lesur hetta, eru tey vælkomin at seta seg í samband við meg, sigur Elin flennandi. Inntil ta tíð verður kaos.fo ólønt arbeiði, har hugurin drívur verkið.
________________________________
Orð og myndir: Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
________________________________
FAKTA
um kvinnuna handan kaos.fo
* Elin Christiansen
* úr Havn
* 28 ár
* útbúgvin designteknolog í 2008
* væntandi útbúgvin multimediadesignari 2010
* búsitandi í Keypmannahavn
Elin um kaos:
Tá kaos valdar eru ongar reglur at halda seg til; alt er loyvt.
Tað hóskar væl til síðuna, sum er ein bloggur/mótaportalur, har eg havi fríar teymar at gera tað, eg havi hug til, uttan at hugsa um nakar reglur.
Kaos lýsir eisini væl mótan júst nú, har alt er loyvt. Tú kanst nýta øll snið, allar litir, øll tekstil.
Orðið kaos liggur væl í munninum, tað er eitt alheims orð, lætt at siga, lætt at minnast, og tað er lætt at skriva á knappaborðið á telduni.
Ætlanin var at hava eitt føroyskt orð, sum móti ella snið, men føroysku bókstavirnir kunnu ikki vera í heitinum á heimasíðum, og tí endaði tað við at verða kaos.









